Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Fyri at verja umhvørvið og fremja altjóða sáttmálar, verða við hesi kunngerð ásettar reglur, sum…§ 2Kunngerðin er galdandi fyri f-gass, so sum HFC-gass í køliskipanum og frystiskipanum á landi og…§ 3Heitini í hesi kunngerð verða nýtt á henda hátt§ 4Ikki er loyvt at framleiða, innflyta, útflyta, goyma í transit, marknaðarføra, handfara ella nýta…§ 5Ikki er loyvt at innflyta ella marknaðarføra vøru, útgerð og skipanir, sum innihalda f-gass,…§ 6Frá 1. januar 2024 er ikki loyvt at seta nýggjar køliskipanir og frystiskipanir upp, sum…§ 7Frá 1. januar 2025 er ikki loyvt at innflyta skip við køliskipan ella frystiskipan, sum…§ 8Ikki er loyvt at lata f-gass út í umhvørvið í sambandi við viðlíkahald og tænastuveitingar,…§ 9Hóast forboðið í § 4, kunnu skrásettir innflytarar fáa tillutað kvotu sambært § 10 til at…§ 10Eitt hámark er ásett fyri samlaða innflutningin av HFC-gassi í tíðarskeiðinum 2024-2036, sum víst…§ 11Skrásettir innflytarar kunnu gera sínámillum avtalu um heilt ella partvíst at avhenda kvotuna.…§ 12Innflytari kann einans selja HFC-gass til góðkendar kølimontørar og til føroysk skip. Tó kunnu…§ 13Umhvørvisstovan kann í undantaksføri, og eftir umsókn, veita tíðaravmarkað og treytað undantak…§ 14Vøra, útgerð og skipanir, ið innihalda f-gass, sum skulu burturbeinast, skulu latast til…§ 15Í sambandi við viðlíkahald og tænastuveiting, ella áðrenn vøra, útgerð og skipanir, sum innihalda…§ 16Fyritøkur og virki, ið viðlíkahalda ella veita tænastur til skipanir og útbúnað við f-gassi,…§ 17Tann, ið eigur ella rekur HFC-køliskipan á landi við fylling av HFC gassi yvir 3 kg, skal hava…§ 18Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin§ 19Umhvørvisstovan hevur heimild til at fáa allar neyðugar upplýsingar frá TAKS til viðgerð av málum…§ 20Umhvørvisstovan kann lækka ella taka kvotu hjá skrásettum innflytara aftur, antin tíðaravmarkað…§ 21Umhvørvisstovan kann boða viðkomandi útlendskum myndugleikum frá ólógligari sølu og útflutningi…§ 22Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur, kærast til landsstýrismannin§ 23Umhvørvisstovan tekur, sambært kunngerð um gjøld hjá Umhvørvisstovuni fyri umsiting og eftirlit…§ 24Tann, ið brýtur ásetingarnar í §§ 4-8, § 10, stk. 3, § 11, stk. 1, § 12 og §§ 14-17 í hesi…§ 25Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Lógtekstur

16. oktober 2023 Nr. 110

Kunngerð um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi, sum inniheldur fluor

(F-gasskunngerðin)

Við heimild í § 7, § 8, §§ 34 a-34 d og § 72 í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 25 frá 14. mai 2008, løgtingslóg nr. 128 frá 22. desember 2008, løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2000 og løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021 og § 15, § 16, stk. 4, § 20, § 29, § 40, § 42, stk. 1 og 4, og § 45 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum, sum broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 26. mai 2011, løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020, verður ásett:

Virkisøki

§ 1 Fyri at verja umhvørvið og fremja altjóða sáttmálar, verða við hesi kunngerð ásettar reglur, sum…

Fyri at verja umhvørvið og fremja altjóða sáttmálar, verða við hesi kunngerð ásettar reglur, sum fyribyrgja og minka útlátið av f-gassi.

§ 2 Kunngerðin er galdandi fyri f-gass, so sum HFC-gass í køliskipanum og frystiskipanum á landi og…

Kunngerðin er galdandi fyri f-gass, so sum HFC-gass í køliskipanum og frystiskipanum á landi og umborð á skipum og fyri SF6, ið verður nýtt sum koblingsgass í háspenningsskipanum. Stk. 2. Kunngerðin er galdandi fyri framleiðslu, innflutning, útflutning, merking, marknaðarføring, nýtslu, handfaring, goymslu, endurvinning, endurnýtslu, burturbeining og fyribeining av f-gassi, tó ikki fyri innflutning og marknaðarføring av vørum við f-gassi sum eitt nú luftskiftisskipanir, hitapumpur og eldsløkkiútgerð. Stk. 3. Kunngerðin er galdandi fyri persónar, fyritøkur og virki umframt skip og havstøðir, skrásett ella staðsett í Føroyum. Allýsingar

§ 3 Heitini í hesi kunngerð verða nýtt á henda hátt

Heitini í hesi kunngerð verða nýtt á henda hátt: 1) F-gass: vakstrarhúsgass við fluor, heruppií hydrofluorcarbon, HFC, perfluorcarbon, PFC, svávulhexafluorid, SF6 ella onnur vakstrarhúsgass við fluori, sum eru nevnd í skjali 3. 2) Blanding: ein blanding inniheldur tvey ella fleiri f-gass, har í minsta lagi eitt av evnunum er á skjali 3. 3) Marknaðarføring: at lata ella bjóða øðrum f-gass, útgerð og útbúnað við f-gassi fyri ávísa upphædd ella ókeypis. 4) Nýtsla: nýtsla av f-gassi í sambandi við viðlíkahald og tænastuveitingar á vørur, skipanir ella útgerð, eitt nú enduráfylling av gassi og aðrar tilgongdir, sum henda kunngerð snýr seg um. 5) Endurvinning: tá f-gass verður tikið úr vøru, útgerð, útbúnaði ella skipanum og goymt, áðrenn tað verður endurnýtt, endurvirkað ella fyribeint. 6) Endurnýtsla: tá endurvunnin f-gass verða endurnýtt aftan á at verða grundreinsað. 7) Endurvirking: tá endurvunnin f-gass verða virkað til av nýggjum, so tey lúka ein standard, sum samsvarar við óbrúkt evni við atliti at ætlaðari nýtslu av evninum. 8) Einnýtisíløt: íløt, sum ikki kunnu endurfyllast. 9) GWP: upphitingarevni og stytting fyri Global Warming Potential. GWP-virðið sigur, hvussu stórt upphitingarevni eitt ávíst vakstrarhúsgass hevur í mun til CO2, sbr. skjal 2 og 3. 10) Tons av CO2 eindum: nøgd av ávísum vakstrarhúsgassi roknað sum nøgd í tonsum faldað við GWP-virðinum. 11) Skrásettur innflytari: ein fyritøka ella eitt virki, ið hevur innflutt HFC-gass árini 2015-2022, og sum er skrásett sum innflytari í almenna yvirlitinum hjá Umhvørvisstovuni. Nýtsluavmarkingar o.a.

§ 4 Ikki er loyvt at framleiða, innflyta, útflyta, goyma í transit, marknaðarføra, handfara ella nýta…

Ikki er loyvt at framleiða, innflyta, útflyta, goyma í transit, marknaðarføra, handfara ella nýta f-gass ella útgerð og útbúnað, ið inniheldur f-gass, sbr. tó § 13, stk. 1. Stk. 2. Forboðið í stk. 1 er ikki galdandi fyri: 1) innflutning av HFC-gassi við loyvi sambært § 9, 2) nýtslu av vøru, útgerð og útbúnaði, sum er fingin til vega lógliga, áðrenn henda kunngerð kom í gildi, og sum ikki eru fevnd av nýtsluavmarkingum sambært §§ 5-7, og 3) útflutning av f-gassi, sum skal endurvirkast, fyribeinast ella á annan hátt viðgerast. Stk. 3. Fyritøkur og virki, sum ætla at útflyta f-gass til at endurvirka, fyribeina ella aðra viðgerð, skulu søkja Umhvørvisstovuna um loyvi í minsta lagi 10 vikur frammanundan, so Umhvørvisstovan kann senda málsføru myndugleikunum í móttøkulandinum ávís kravd skjøl sambært Basel-sáttmálanum. Stk. 4. Eftir 1. januar 2025 er ikki loyvt at marknaðarføra vørur, útgerð og skipanir, sum eru nevnd í skjali 4.

§ 5 Ikki er loyvt at innflyta ella marknaðarføra vøru, útgerð og skipanir, sum innihalda f-gass,…

Ikki er loyvt at innflyta ella marknaðarføra vøru, útgerð og skipanir, sum innihalda f-gass, uttan so, at vøran, útgerðin ella skipanin er merkt við navni á f-gassi, innihaldi og trygdarávaringum á føroyskum, donskum ella enskum máli. Stk. 2. Ikki er loyvt at innflyta f-gass í einnýtisíløtum.

§ 6 Frá 1. januar 2024 er ikki loyvt at seta nýggjar køliskipanir og frystiskipanir upp, sum…

Frá 1. januar 2024 er ikki loyvt at seta nýggjar køliskipanir og frystiskipanir upp, sum innihalda HFC-gass við GWP-virði størri enn 2.500, sbr. tó § 13, stk. 4. Stk. 2. Frá 1. januar 2027 er ikki loyvt at fylla nýframleitt HFC-gass við GWP-virði størri enn 2.500 á køliskipanir og frystiskipanir, har fyllingin er 40 tons av CO2 eindum ella meira. Frá 1. januar 2030 er ikki loyvt at fylla nýframleitt HFC-gass við GWP-virði størri enn 2.500 á køliskipanir og frystiskipanir yvirhøvur, sbr. tó § 13, stk. 4. Stk. 3. Frá 1. januar 2027 er ikki loyvt at innflyta nýggja útgerð við SF6-gassi at brúka í háspenningsskipanum. Tó er loyvt at innflyta SF6-gass til at fylla á verandi útgerð, til útgerðin verður tikin úr nýtslu, sbr. tó § 13, stk. 4. Stk. 4. Frá 1. januar 2036 er ikki loyvt at brúka f-gass, sbr. tó § 13, stk. 4.

§ 7 Frá 1. januar 2025 er ikki loyvt at innflyta skip við køliskipan ella frystiskipan, sum…

Frá 1. januar 2025 er ikki loyvt at innflyta skip við køliskipan ella frystiskipan, sum inniheldur HFC-gass við GWP-virði størri enn 2.500, sbr. tó § 13, stk. 4. Stk. 2. Frá 1. januar 2030 er ikki loyvt at innflyta skip við køliskipan ella frystiskipan, sum inniheldur HFC-gass, sbr. tó § 13, stk. 4. Lekar og fyribyrging

§ 8 Ikki er loyvt at lata f-gass út í umhvørvið í sambandi við viðlíkahald og tænastuveitingar,…

Ikki er loyvt at lata f-gass út í umhvørvið í sambandi við viðlíkahald og tænastuveitingar, avtøku av skipanum, lekakanningar o.a. Stk. 2. Ein og hvør, sum hevur f-gass, vøru, útgerð ella skipanir, ið innihalda f-gass, um hendur, skal seta øll trygdartiltøk í verk, sum eru praktiskt gjørlig, og sum kunnu fyribyrgja ella minka um útlát av f-gassi. Stk. 3. Lekur f-gass úr vøru, útgerð ella einari køliskipan ella frystiskipan, skal lekin tettast skjótast til ber. Er talan um áhaldandi lekar úr køliskipan ella frystiskipan, uttan mun til stødd, skulu tær umvælast ella skiftast út. Stk. 4. Óhapp, sum føra til útlát av f-gassi, skulu fráboðast Umhvørvisstovuni í seinasta lagi eina viku eftir hendingina, og eigarin ella reiðarin skal tá lata Umhvørvisstovuni umbidnar upplýsingar um útlátið. Kvotaskipan

§ 9 Hóast forboðið í § 4, kunnu skrásettir innflytarar fáa tillutað kvotu sambært § 10 til at…

Hóast forboðið í § 4, kunnu skrásettir innflytarar fáa tillutað kvotu sambært § 10 til at innflyta HFC-gass í tíðini fram til 2036.

§ 10 Eitt hámark er ásett fyri samlaða innflutningin av HFC-gassi í tíðarskeiðinum 2024-2036, sum víst…

Eitt hámark er ásett fyri samlaða innflutningin av HFC-gassi í tíðarskeiðinum 2024-2036, sum víst í skjali 1. Hámarkið er sett sum ávikavist 90, 60, 30, 20 og 15 prosent av 100.000 tonsum av HFC-gassi í CO2-eindum. Stk. 2. Umhvørvisstovan ásetur, við støði í miðal innflutninginum hjá hvørjum einstøkum skrásettum innflytara, árini 2015-2022, árligu kvotuna árini 2024-2036, gjørt upp í CO2-eindum. Stk. 3. Innflytarin skal tryggja sær, at árligi innflutningurin ikki fer upp um kvotuna.

§ 11 Skrásettir innflytarar kunnu gera sínámillum avtalu um heilt ella partvíst at avhenda kvotuna.…

Skrásettir innflytarar kunnu gera sínámillum avtalu um heilt ella partvíst at avhenda kvotuna. Avtalan skal vera skrivlig og undirskrivað, og avrit latast Umhvørvisstovuni saman við næstu ársuppgerð. Umhvørvisstovan stillar tillutaðu kvoturnar samsvarandi gjørdum avtalum. Stk. 2. Umhvørvisstovan kann broyta árligu kvoturnar hjá skrásettu innflytarunum í sambandi við stigvísu minkingarnar sambært skjali 1, eitt nú um árligu kvoturnar ikki hava verið brúktar, innflytari er hildin uppat, fyritøkur hava lagt saman o.tíl.

§ 12 Innflytari kann einans selja HFC-gass til góðkendar kølimontørar og til føroysk skip. Tó kunnu…

Innflytari kann einans selja HFC-gass til góðkendar kølimontørar og til føroysk skip. Tó kunnu góðkendir kølimontørar fylla á køliskipanir umborð á útlendskum skipum í føroyskari havn. Stk. 2. Øll søla av HFC-gassi skal skjalprógvast. Stk. 3. Innflytarar og seljarar skulu 1. februar á hvørjum ári lata Umhvørvisstovuni ársuppgerð, sum vísir samlaða innflutningin og samlaðu søluna av HFC-gassi undanfarna ár. Tilskilast skal slag og nøgd, sum er seld til hvønn einstakan navngivnan keypara, soleiðis at til ber at eyðmerkja endabrúkarar og nýtslu. Stk. 4. Fyritøkur og virki skulu, eftir umbøn frá Umhvørvisstovuni, gera uppgerð yvir goymslur av f-gassi við tilskilan av slagi, nøgd og framleiðslulandi.

§ 13 Umhvørvisstovan kann í undantaksføri, og eftir umsókn, veita tíðaravmarkað og treytað undantak…

Umhvørvisstovan kann í undantaksføri, og eftir umsókn, veita tíðaravmarkað og treytað undantak frá § 4, eitt nú til innflutning og nýtslu av f-gassi í skipanum, sum framvegis eru í nýtslu og um alternativ ikki finnast. Stk. 2. Í umsókn um undantak eftir stk. 1 skal upplýsast, hvør ætlanin er við nýtsluni og hví ikki ber til at nýta onnur evni, ið eru minni skaðilig fyri umhvørvið. Harafturat skal upplýsast, hvørji stig og tiltøk verða sett í verk fyri at minka um vandan fyri útlátið av hesum evnum. Stk. 3. Umsóknir um undantak eftir stk. 1 skulu í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar: 1) navn, bústað og V-tal hjá umsøkjara, 2) endamálið við innflutninginum, 3) slag og nøgd av f-gassi, 4) vørulýsing og vørunummar, 5) nær og hvar, vøran kemur til landið. Stk. 4. Umhvørvisstovan kann harafturat í undantaksføri, og eftir umsókn, veita tíðaravmarkað undantak frá tíðarfreistunum í § 6, stk. 1-4 og § 7, stk. 1 og 2, sum vanliga ikki er longri enn 2 ár. Stk. 5. Umsóknir um undantak eftir stk. 4 skulu í minsta lagi innihalda hesar upplýsingar: 1) navn, bústað og V-tal hjá umsøkjara, og 2) grundgeving fyri, hví ikki ber til at halda tíðarfreistina. Burturbeining, endurvinning og endurnýtsla

§ 14 Vøra, útgerð og skipanir, ið innihalda f-gass, sum skulu burturbeinast, skulu latast til…

Vøra, útgerð og skipanir, ið innihalda f-gass, sum skulu burturbeinast, skulu latast til góðkendan móttakara. Stk. 2. Virki, sum innflyta og selja f-gass í fløskum og tangum, skulu taka ímóti hesum evnum aftur. Virki kunnu gera avtalu við onnur virki ella við góðkendan móttakara um móttøku av nevndu evnum. Avrit av avtaluni skal latast Umhvørvisstovuni. Stk. 3. Ikki er loyvt at viðgera, endurvirka ella fyribeina f-gass uttan umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni sambært kapitli 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.

§ 15 Í sambandi við viðlíkahald og tænastuveiting, ella áðrenn vøra, útgerð og skipanir, sum innihalda…

Í sambandi við viðlíkahald og tænastuveiting, ella áðrenn vøra, útgerð og skipanir, sum innihalda f-gass, verða tiknar niður og burturbeindar, skulu hesi evni endurvinnast fyri at verða endurnýtt, endurvirkað ella fyribeind. Hetta er eisini galdandi fyri f-gass, nýtt í frystiskipan ella køliskipan, luftskiftisskipan, hitapumpu o.tíl. Førleikar og útbúnaður

§ 16 Fyritøkur og virki, ið viðlíkahalda ella veita tænastur til skipanir og útbúnað við f-gassi,…

Fyritøkur og virki, ið viðlíkahalda ella veita tænastur til skipanir og útbúnað við f-gassi, heruppií uppseta, umvæla ella taka skipanir niður, og fyritøkur og virki, sum endurvinna f-gass, skulu hava: 1) løggilding, góðkenning, loyvisbræv o.tíl. frá Sjóvinnustýrinum, Arbeiðseftirlitinum ella øðrum málsførum myndugleika, og 2) útbúnað og útgerð, sum eru egnað til at arbeiða við f-gassi og eitt nú at endurvinna og goyma hesi evni. Lekaeftirlit

§ 17 Tann, ið eigur ella rekur HFC-køliskipan á landi við fylling av HFC gassi yvir 3 kg, skal hava…

Tann, ið eigur ella rekur HFC-køliskipan á landi við fylling av HFC gassi yvir 3 kg, skal hava ábyrgdarfólk við fakligum førleika, sum á hvørjum ári kannar, um skipanirnar leka. Um fyllingin av HFC gassi er yvir 30 kg, skal kanning gerast í minsta lagi hvørt hálvár. Um fyllingin av HFC gassi er yvir 300 kg, skal kanning gerast í minsta lagi hvønn ársfjórðing. Stk. 2. Tann, ið eigur ella rekur HFC-køliskipanir, skal meta um lekan frá skipanini. Er árligi lekin størri enn 25 prosent av fyllingini, skal Umhvørvisstovan hava frágreiðing um, hvussu lekin er íkomin og hvørji tiltøk verða sett í verk fyri at minka ella tetta lekan. Stk. 3. Tann, ið eigur ella rekur HFC-køliskipanir við fylling av HFC gassi yvir 3 kg, skal skráseta allar áfyllingar og endurvinningar í loggbók, og tilskila slag og nøgd av evni og navn á virki ella persóni, sum gjørdi arbeiðið. Eftirlit

§ 18 Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin

Umhvørvisstovan hevur eftirlit við, at kunngerðin verður hildin. Stk. 2. Innflytarar, útflytarar, sølufyritøkur, flutningsfyritøkur, havnamyndugleikar og tey, ið brúka ella hava f-gass á goymslu, skulu eftir umbøn lata Umhvørvisstovuni allar upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at hava eftirlit við tí virksemi, sum er fevnt av hesi kunngerð. Stk. 3. Umhvørvisstovan kann, í tann mun tað er neyðugt fyri eftirlitið, áleggja innflytara og seljara at lata stakroyndir av f-gassi í íløtum og tøkniligar, fíggjarligar og aðrar upplýsingar.

§ 19 Umhvørvisstovan hevur heimild til at fáa allar neyðugar upplýsingar frá TAKS til viðgerð av málum…

Umhvørvisstovan hevur heimild til at fáa allar neyðugar upplýsingar frá TAKS til viðgerð av málum eftir hesi kunngerð og kann lata TAKS upplýsingar til viðgerð av tolleftirlitsmálum. Stk. 2. F-gass kann ikki tollavgreiðast uttan so, at innflytarin hevur fingið tillutað kvotu sambært §§ 9-10 ella undantak sambært § 13. Fyrisiting, kæra o.a.

§ 20 Umhvørvisstovan kann lækka ella taka kvotu hjá skrásettum innflytara aftur, antin tíðaravmarkað…

Umhvørvisstovan kann lækka ella taka kvotu hjá skrásettum innflytara aftur, antin tíðaravmarkað ella varandi, um so er, at: 1) innflytari ikki aktar hámarkið fyri innflutningi, ella 2) tað í umsókn ella í ársuppgerðum eru latnar rangar, ófullfíggjaðar ella villleiðandi upplýsingar.

§ 21 Umhvørvisstovan kann boða viðkomandi útlendskum myndugleikum frá ólógligari sølu og útflutningi…

Umhvørvisstovan kann boða viðkomandi útlendskum myndugleikum frá ólógligari sølu og útflutningi av f-gassi til skip undir fremmandum flaggi.

§ 22 Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur, kærast til landsstýrismannin

Avgerðir hjá Umhvørvisstovuni eftir hesi kunngerð kunnu, innan 4 vikur, kærast til landsstýrismannin. Gjald

§ 23 Umhvørvisstovan tekur, sambært kunngerð um gjøld hjá Umhvørvisstovuni fyri umsiting og eftirlit…

Umhvørvisstovan tekur, sambært kunngerð um gjøld hjá Umhvørvisstovuni fyri umsiting og eftirlit sambært lóggávuni á umhvørvisøkinum, gjald fyri útreiðslur í sambandi við viðgerð av málum um loyvi og góðkenning o.a., og fyri eftirlit við, at henda kunngerð verður hildin. Revsing

§ 24 Tann, ið brýtur ásetingarnar í §§ 4-8, § 10, stk. 3, § 11, stk. 1, § 12 og §§ 14-17 í hesi…

Tann, ið brýtur ásetingarnar í §§ 4-8, § 10, stk. 3, § 11, stk. 1, § 12 og §§ 14-17 í hesi kunngerð, ella ikki aktar boð, givin við heimild í kunngerðini, verður revsaður við bót. Stk. 2. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 1 ár, um brotið er framt við vilja ella av grovum ósketni, og um tað við brotinum er: 1) voldur skaði á umhvørvið ella elvdur vandi fyri hesum, ella 2) fingin ella ætlaður peningaligur fyrimunur fyri viðkomandi ella onnur, her uppií við sparing. Stk. 3. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Stk. 4. Málini verða viðgjørd sum løgreglumál. Rannsóknir og lóghald í málum um brot á reglurnar í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum kunnu verða framd sambært samsvarandi reglum í rættargangslógini. Gildiskoma

§ 25 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umhvørvismálaráðið, 16. oktober 2023 Ingilín D. Strøm (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.) Skjal 1 Hámark fyri samlaða innflutningin av HFC-gassi 2024-2036 Ár Innflutningur í mun til 100.000 tons av CO2-eindum Innflutningur tons av CO2 eindum 2024-2026 90 prosent 90.000 2027-2029 60 prosent 60.000 2030-2032 30 prosent 30.000 2033-2034 20 prosent 20.000 2035-2036 15 prosent 15.000 Skjal 2 GWP-virði fyri nøkur útvald f-gass F-gass GWP-virði Rein evni HFC-32 677 HFC-125 3.170 HFC-143 328 HFC-143a 4.800 HFC-134a 1.300 SF6 23.500 Blandingar R404a 3.943 R507a 3.985 R422d 2.473 R410a 1.924 R407c 1.624 R407f 1.674 R449a 1.282 Skjal 3 F-gass Evni GWP-virði Handilsnavn Evnafrøðiligt heiti (Vanligt heiti) Evnafrøðiligur formil Hydrofluorcarbonir (HFC'ir) HFC-23 trifluormethan (fluoroform) CHF3 12.400 HFC-32 difluormethan CH2F2 677 HFC-41 Fluormethan (methylfluorid) CH3F 116 HFC-125 pentafluorethan CHF2CF3 3.170 HFC-134 1,1,2,2-tetrafluorethan CHF2CHF2 1.120 HFC-134a 1,1,1,2-tetrafluorethan CH2FCF3 1.300 HFC-143 1,1,2-trifluorethan CH2FCHF2 328 HFC-143a 1,1,1-trifluorethan CH3CF3 4.800 HFC-152 1,2-difluorethan CH2FCH2F 16 HFC-152a 1,1-difluorethan CH3CHF2 138 HFC-161 Fluorethan (ethylfluorid) CH3CH2F 4 HFC-227ea 1,1,1,2,3,3,3-heptafluorpropan CF3CHFCF3 3.350 HFC-236cb 1,1,1,2,2,3-hexafluorpropan CH2FCF2CF3 1.210 HFC-236ea 1,1,1,2,3,3-hexafluorpropan CHF2CHFCF3 1.330 HFC-236fa 1,1,1,3,3,3-hexafluorpropan CF3CH2CF3 8.060 HFC-245ca 1,1,2,2,3-pentafluorpropan CH2FCF2CHF2 716 HFC-245fa 1,1,1,3,3-pentafluorpropan CHF2CH2CF3 858 HFC-365 mfc 1,1,1,3,3-pentafluorbutan CF3CH2CF2CH3 804 HFC-43-10 mee 1,1,1,2,2,3,4,5,5,5-decafluorpentan CF3CHFCHFCF2CF3 1.650 Perfluorcarbonir (PFC'ir) PFC-14 Tetrafluoromethan (perfluormethan carbontetrafluorid) CF4 6.630 PFC-116 Hexafluorethan (perfluorethan) C2F6 11.100 PFC-218 Octafluorpropan (perfluorpropan) C3F8 8.900 PFC-3-1-10 (R-31-10) Decafluorbutan (perfluorbutan) C4F10 9.200 PFC-4-1-12 (R-41-12) Dodecafluorpentan (perfluorpentan) C5F12 8.550 PFC-5-1-14 (R-51-14) Tetradecafluorhexan (perfluorhexan) C6F14 7.910 PFC-c-318 Octafluorcyclobutan (perfluorcyclobutan) c-C4F8 9.540 Onnur perfluoreraði evni Svávulhexafluorid SF6 23.500 Skjal 4 Frá 1. januar 2025 er ikki loyvt at marknaðarføra hesar vørur, útgerð og skipanir: 1. Ikke-genpåfyldelige beholdere til fluorholdige drivhusgasser, som bruges til servicering, vedligeholdelse eller påfyldning af køle-, luftkonditionerings- eller varmepumpeanlæg eller -udstyr, brandsikringssystemer eller koblingsudstyr, eller til brug som opløsningsmidler. 2. Ikke-indesluttede anlæg med direkte fordampning, der indeholder HFC'er og PFC'er som kølemiddel. 3. Brandsikringsudstyr som indeholder PFC'er eller HFC-23. 4. Ruder til boliger, som indeholder fluorholdige drivhusgasser. 5. Andre ruder, som indeholder fluorholdige drivhusgasser. 6. Fodtøj, som indeholder fluorholdige drivhusgasser. 7. Dæk, som indeholder fluorholdige drivhusgasser. 8. En-komponentskum, som indeholder fluorholdige drivhusgasser med et GWP på 150 eller derover. 9. Spraydåser, der markedsføres med henblik på salg til den brede offentlighed som spøg og skæmt eller til dekorative formål og signalhorn, der indeholder HFC’er med et GWP på 150 eller derover. 10. Husholdningskøleskabe og -frysere, der indeholder HFC’er med et GWP på 150 eller derover 11. Køleskabe og frysere til kommerciel brug (hermetisk lukkede anlæg eller hermetisk lukket udstyr) som indeholder HFC’er med et GWP på 2.500 eller derover. 12. Stationære køleanlæg eller stationært køleudstyr, som indeholder, eller hvis funktion er afhængig af HFC'er med et GWP på 2.500 eller derover, undtagen anlæg eller udstyr, der er beregnet til at blive brugt til at afkøle produkter til temperaturer under - 50 °C. 13. Centralkølesystemer med multikompressor (parallelanlæg) til kommerciel brug med en kapacitet på 40 kW eller derover, som indeholder, eller hvis funktion er afhængig af fluorholdige drivhusgasser med et GWP på 150 eller derover, med undtagelse af primære kølemiddel­ kredsløb i kaskadesystemer, hvor der kan anvendes fluorholdige drivhusgasser med et GWP på mindre end 1.500. 14. Flytbare lokale klimaanlæg (hermetisk lukkede anlæg eller hermetisk lukket udstyr, som kan flyttes fra et rum til et andet af brugeren), der indeholder HFC'er med et GWP på 150 eller derover. 15. Todelte luftkonditioneringsanlæg (splitanlæg), der indeholder mindre end 3 kg fluorholdige drivhusgasser, og som indeholder, eller hvis funktion er afhængig af fluorholdige drivhusgasser med et GWP på 750 eller derover. 16. Skummaterialer, der indeholder HFC'er med et GWP på 150 eller derover, undtagen når det er påkrævet for at opfylde nationale sikkerhedsstandarder. 17. Tekniske spraydåser, der indeholder HFC’er med et GWP på 150 eller derover, undtagen når det er påkrævet for at opfylde nationale sikkerhedsstandarder, eller når de bruges til medicinske anvendelser.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙