Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. juli 2001 Nr. 110
Kunngerð um læknakanning fyri sjófólk
Við heimild í § 4, stk. 2, og § 68 í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn, við seinni broytingum, § 10, § 11, stk. 1 og § 24, stk. 2 í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, verður ásett:
§ 1 Í hesi kunngerð merkir
Í hesi kunngerð merkir: 1) Skip: Eitt og hvørt skip 20 tons ella meira, uttan mun til farleið. 2) Heilsuprógv: Prógv fyri at hava verið til læknakanning fyri sjófólk. 3) Gilt heilsuprógv: Prógv fyri at avvarðandi er heilsuliga skikkaður til arbeiðis umborð á skipi, møguliga skikkaður við treytum. 4) Sjófólk: Skiparar og persónar, sum koma undir §§ 1 og 2 í løgtingslógini um sjómenn.
§ 2 Ein og hvør, sum settur verður at røkja skipsarbeiði umborð á skipi, skal hava gilt heilsuprógv
Ein og hvør, sum settur verður at røkja skipsarbeiði umborð á skipi, skal hava gilt heilsuprógv. Stk. 2. Læknin gevur út og áteknar heilsuprógv eftir teimum í hesum parti fyriskipaðu reglum um læknakanningar fyri sjófólk, møguliga við treytum sambært § 9, stk. 2. Stk. 3. Læknakanningin fatar um eina gjøgnumgongd av heilsuviðurskiftum og arbeiðsumhvørvisviðurskiftum hjá sjófólkum og síðani eina kliniska kanning. Stk. 4. Oyðubløð, sum skulu brúkast í samband við læknakanning av sjófólki, verða gjørd í samráð við Læknafelag Føroya og útgivin av Sjóvinnufyrisitingini. Stk. 5. Oyðublaðið skal verða sent Sjóvinnufyrisitingini, eftir at læknin hevur váttað heilsuprógvið. Stk. 6. Tað áliggur læknanum at tryggja sær, at sjófólkið hevur svarað sínum parti av oyðublaðnum, áðrenn oyðublaðið verður sent Sjóvinnufyrisitingini. Stk. 7. Tá Sjóvinnufyrisitingin hevur móttikið svarað oyðublað, verður samsýning rindað sambært § 12, stk. 2. Stk. 8. Sjóvinnufyrisitingin kann áseta nærri reglur til tess at umsita hesa kunngerð.
§ 3 Læknakanningin skal í Føroyum fara fram hjá einum kommunulækna, sum er góðkendur til at fyrsikipa…
Læknakanningin skal í Føroyum fara fram hjá einum kommunulækna, sum er góðkendur til at fyrsikipa læknakanning av sjófólki, sbr. § 10. Stk. 2. Er læknakanningin farin fram uttanlands, skal avvarðandi skipari beinanvegin átekna heilsuprógvið samsvarandi læknaváttanini, og skal læknaváttanin (frumritið) beinanvegin verða send Sjóvinnufyrisitingini, sbr. § 2. Í teimum førum har sjómaður, sum kannaður verður uttanlands, frammanundan er mettur ikki at vera skikkaður til arbeiðis umborð, skal Sjóvinnufyrisitingin boða skiparanum frá hesum, og skal skiparin hóast seinastu læknakanning síggja til, at sjómaðurin verður avmynstraður og heimsendur í fyrstu komuhavn skipsins, har heimferðin hóskandi kann fara fram.
§ 4 Fyrstu ferð sjómaður fer í starv umborð á skipi, skal heilsuprógvið vera áteknað um, at…
Fyrstu ferð sjómaður fer í starv umborð á skipi, skal heilsuprógvið vera áteknað um, at avvarðandi er skikkaður til skipsarbeiði, møguliga við treytum skikkaður, sbr. fylgiskjal I, teigur A.
§ 5 Til tess at sjómaður, yngri enn 18 ár, framhaldandi kann verða í starvi umborð, krevst nýggj…
Til tess at sjómaður, yngri enn 18 ár, framhaldandi kann verða í starvi umborð, krevst nýggj læknakanning við 1 ára millumbili, og skal tá heilsuprógvið verða áteknað um, at avvarðandi framhaldandi er skikkaður til skipsarbeiði, møguliga skikkaður við treytum, sbr. fylgiskjal I, teigur A.
§ 6 Til tess at sjómaður, 18 ár og eldri, framhaldandi kann verða í starvi umborð, krevst nýggj…
Til tess at sjómaður, 18 ár og eldri, framhaldandi kann verða í starvi umborð, krevst nýggj læknakanning við hægst 2 ára millumbili, og skal tá heilsuprógvið verða áteknað um, at avvarðandi framhaldandi er skikkaður til skipsarbeiði, møguliga skikkaður við treytum, sbr. fylgiskjal I, teigur B.
§ 7 Um serligar umstøður eru til tess, kann tann, sum við læknakanning eftir § 9 er mettur at vera…
Um serligar umstøður eru til tess, kann tann, sum við læknakanning eftir § 9 er mettur at vera óskikkaður til skipsarbeiði ella bert skikkaður við treytum, krevja, at nýggj læknakanning verður gjørd á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu. Sjóvinnufyrisitingin, reiðarí ella avvarðandi sjómaður kann innan 4 vikur leggja kanningarúrslitið fyri Heilsunevndina fyri Sjómenn. Heilsunevndin kann víkja frá tíðarfreistini, um serstøk orsøk er til tess.
§ 8 Er ivi um, at sjómaður vegna heilsustøðuna er skikkaður til arbeiðis umborð, kann…
Er ivi um, at sjómaður vegna heilsustøðuna er skikkaður til arbeiðis umborð, kann Sjóvinnufyrisitingin, hóast avvarðandi hevur gilt heilsuprógv, treytað framhaldandi arbeiði umborð við at krevja nýggja læknakanning framda av Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu innan ásetta tíðarfreist. Stk. 2. Innan ásetta tíðarfreist skal við nýggjari læknakanning verða váttað, at sjómaður er skikkaður til arbeiðis umborð. Sjóvinnufyrisitingin kann krevja, at sjómaður, sum er óskikkaður til arbeiðis umborð, verður avmynstraður í fyrstu komuhavn skipsins, har heimferðin hóskandi kann fara fram. Stk. 3. Sjóvinnufyrisitingin, avvarðandi reiðarí ella sjómaður kunnu innan 4 vikur leggja læknakanningarúrslitið fyri Heilsunevndina fyri Sjómenn. Heilsunevndin kann víkja frá tíðarfreistini, um serligar orsøkir eru til tess. Stk. 4. Sjómaður, sum eftir læknakanningina í stk. 1 er óskikkaður til arbeiðis umborð, skal ikki verða settur til arbeiðis umborð, hóast kanningin er løgd fyri Heilsunevndina ella rættin til viðgerðar.
§ 9 Tá læknakanningar verða gjørdar, verður mett um, hvørt tann likamliga og sálarliga støðan er…
Tá læknakanningar verða gjørdar, verður mett um, hvørt tann likamliga og sálarliga støðan er soleiðis, at avvarðandi er skikkaður til arbeiði umborð á skipi, sbr. fylgiskjal I. Stk. 2. Hevur onkur, tá læknakanningar verða gjørdar eftir §§ 4, 5 og 6, eina ella fleiri av teimum í fylgiskjalinum nevndu sjúkum, metir læknin, um avvarðandi er skikkaður ella óskikkaður til skipsarbeiði, ella um treytir skulu skrivast á heilsuprógvið viðvíkjandi tíð, starvsøki umborð og/ella farleið, sbr. fylgiskjal II.
§ 10 Sjóvinnufyrisitingin útnevnir teir kommunulæknar, sum kunnu fyriskipa læknakanning av sjófólki…
Sjóvinnufyrisitingin útnevnir teir kommunulæknar, sum kunnu fyriskipa læknakanning av sjófólki sambært hesi kunngerð. Teir útnevndu kommunulæknarnir skulu hava serligt skeið í sjóvinnulæknafrøði, sum Sjóvinnufyrisitingin skipar fyri. Stk. 2. Sjóvinnufyrisitingin kann útnevna læknar uttanlands til at fyriskipa læknakaningar av sjófólki sambært hesari kunngerð.
§ 11 Landsstýrismaðurin setir Heilsunevndina fyri Sjómenn, sum tekur ta endaligu fyrisitingarligu…
Landsstýrismaðurin setir Heilsunevndina fyri Sjómenn, sum tekur ta endaligu fyrisitingarligu avgerðina viðvíkjandi málum, sum Sjóvinnufyrisitingin, reiðarí ella sjómaður leggur fyri nevndina eftir § 7 ella § 8, stk. 3. Stk. 2. Í Heilsunevndina fyri Sjómenn tilnevnir landsstýrismaðurin ein formann, sum skal lúka treytirnar fyri at kunna verða útnevndur sum dómari og 3 limir og 3 varalimir, harav 1 limur og varalimur skal vera lækni, ein limur og ein varalimur skal vera sjókønur innan sigling við handilsskipum, og 1 limur og ein varalimur skal vera sjókønur innan sigling við fiskiskipum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um málsviðgerðina í nevndini og um atkvøðugreiðslu. Stk. 4. Sjóvinnufyrisitingin áteknar heilsuprógv samsvarandi avgerðum, tiknar í Heilsunevndini.
§ 12 Kanningar, sum verða gjørdar sambært § 2, rindar Sjóvinnufyrisitingin í tann mun avvarðandi ikki…
Kanningar, sum verða gjørdar sambært § 2, rindar Sjóvinnufyrisitingin í tann mun avvarðandi ikki eftir aðrari lóggávu ella fyrisitingarligum reglum hevur rætt til ókeypis kanningar av nevnda slagi. Útreiðslur til ferðing til og frá kanningarstaðnum ella aðrar útreiðslur í samband við kanningina verða ikki endurrindaðar. Stk. 2. Samsýning fyri læknakanningar skulu góðkennast sambært avtalu millum Føroya Landsstýri og Læknafelag Føroya. Stk. 3. Fyri læknakanningar uttanlands verða útreiðslurnar goldnar av reiðarínum, sum kann krevja útreiðslurnar endurgoldnar, tá læknaváttan og kvittað læknarokning verður send Sjóvinnufyrisitingini. Tað er ein fortreyt fyri endurgjaldi, at læknasamsýningin er rímilig og ikki fer uppum 50% av einari tilsvarandi kanning framda í Føroyum.
§ 13 Meðan sjómaður er í starvi umborð, skal heilsuprógvið verða latið skiparanum í varðveitslu
Meðan sjómaður er í starvi umborð, skal heilsuprógvið verða latið skiparanum í varðveitslu. Stk. 2. Sjómaður, sum ikki heldur ásettu tíðarfreistina eftir § 8, stk. 1, og sjómaður, sum er mettur óskikkaður eftir § 8, stk. 4, skal lata Sjóvinnufyrisitingini heilsuprógv sítt. Harumframt hevur sjómaður skyldu at lata Sjóvinnufyrisitingini heilsuprógv sítt, tá biðið verður um tað. Stk. 3. Í teimum førum, tá sjómaður er í starvi umborð á skipi um tað mundið, at heilsuprógv skulu latast Sjóvinnufyrisitingini eftir stk. 2, skal skiparin síggja til, at hetta verður gjørt. Sjóvinnufyrisitingin kann í slíkum føri loyva, at avvarðandi sjómaður framvegis er í starvi umborð, hóast gilt heilsuprógv ikki fyriliggur umborð.
§ 14 Skiparin skal síggja til, at tær í hesi kunngerð ásettu reglur í § 2, stk. 1, § 3, stk. 2, §§ 5…
Skiparin skal síggja til, at tær í hesi kunngerð ásettu reglur í § 2, stk. 1, § 3, stk. 2, §§ 5 og 6, § 8, stk. 2 og § 13, stk. 1 og 3, verða hildnar.
§ 15 Um so er, at tíðarfreistin ásett eftir §§ 5 ella 6 gongur út á túri, er seinasta átekningin á…
Um so er, at tíðarfreistin ásett eftir §§ 5 ella 6 gongur út á túri, er seinasta átekningin á heilsuprógvinum gilt til fyrstu komuhavn skipsins, har læknakanningin kann gerast uttan óneyðugt drál.
§ 16 Sjófólk, sum brúka brillur ella kontaktlinsur fyri at uppfylla sýnskrøvini, skulu brúka…
Sjófólk, sum brúka brillur ella kontaktlinsur fyri at uppfylla sýnskrøvini, skulu brúka korreksjónsgløs í arbeiðinum umborð, og skulu til eina og hvørja tíð hava eyka sett av brillum, sum geva fulla korreksjón.
§ 17 Ásetingarnar í hesari kunngerð um læknakanning av sjófólki eru tilsvarandi galdandi fyri teir…
Ásetingarnar í hesari kunngerð um læknakanning av sjófólki eru tilsvarandi galdandi fyri teir persónar, sum verða kravdir at hava gilt heilsuprógv í samband við: 1) útgávu av einum sjóvinnubrævi sambært reglunum í løgtingslóg um manning av skipum, 2) góðkend trygdarskeið fyri sjófólk og bátaføraraskeið sambært reglunum í løgtingslóg um manning av skipum.
§ 18 Brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað við bót
Brot á reglurnar í hesi kunngerð verða revsað við bót.
§ 19 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 22 frá 13. mars 1996 um læknakanning fyri sjómenn. Fiskimálastýrið, 2. juli 2001 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign) Sí fylgiskjølini í Kunngerðablaðnum.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.