Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. mars 1973 Nr. 11

Kunngerð um endurrinding av innflutningsgjaldi fyri rávørur og um gjaldfrían innflutning av rávørum til ídnaðarvirkir

Eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broytingum um innflutningsgjøld v.m. (jbr. løgtingslóg nr. 57 frá 27. oktober 1972) hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Umsókn um at fáa innflutningsgjald fyri rávørur endurrindað ella loyvi til gjaldfrían innflutning…

Umsókn um at fáa innflutningsgjald fyri rávørur endurrindað ella loyvi til gjaldfrían innflutning av rávøru til egið virki verður at senda landsstýrinum.

§ 2 Gjaldstovan skrásetir ídnaðarvirki, ið fáa játtan sambært § 1 soleiðis

Gjaldstovan skrásetir ídnaðarvirki, ið fáa játtan sambært § 1 soleiðis: a) Tey, ið fáa goldið innflutningsgjald endurrindað. b) Tey, ið fáa loyvi til gjaldfrían innflutning av rávøru til egið virki.

§ 3 Tey undir § 2 a skrásettu virki verða eftir nærri fyriskipan frá gjaldstovuni at senda inn…

Tey undir § 2 a skrásettu virki verða eftir nærri fyriskipan frá gjaldstovuni at senda inn greinaðgerð yvir rávøruna, sum innflutningsgjald ynskist endurrindað fyri. Ársroknskapur verður at senda gjaldstovuni.

§ 4 Loyvi til at innflyta rávøru gjaldfrítt sambært § 2 b verður givið undir hesum treytum

Loyvi til at innflyta rávøru gjaldfrítt sambært § 2 b verður givið undir hesum treytum: a) Virkið er beinleiðis innflytari av vøruni. b) Virkið hevur ikki vanligan handil, har viðkomandi rávøra verður seld beinleiðis og rávørurnar mugu ikki verða seldar víðari í millumhandli. c) Gjaldstovan metir um virkið hevur vanliga góða organisatión, bókhald v.m. og um neyðugt í samráð við grannskoðara landskassans. d) Virkið undirskrivar váttan uppá æru og trúgv, at sendingin skal nýtast til framleiðslu. e) Virkið sendir gjaldstovuni yvirlit pr. 30/6 og 31/12 yvir nýttar rávørur og ta framleiðslu, tær eru nýttar til. Hetta eigur at verða gjørt í høvuðsbólkum, og skal verða váttað av virkisleiðsluni og um virkið hevur grannskoðaeisini av honum. Á yvirlitinum skal eisini verða uppført rávørur á goymslu við hálvársins byrjan og enda. f) Ársroknskapurin verður á hvørjum ári í seinasta lagi 30/6 sendur gjaldstovuni, sum sendir hann víðari til grannskoðara landskassans.

§ 5 Gjaldstovan avgreiðir avrit av avvarðandi skjølum og roknskapum til hagdeildina

Gjaldstovan avgreiðir avrit av avvarðandi skjølum og roknskapum til hagdeildina. Hetta verður gjørt kunnugt.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 219 frá 22. desember 2025 · innanhýsis
Galdandi · 23. desember 1991

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙