Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. februar 2020 Nr. 11
Kunngerð um broyting í kunngerð um taðing
(Heimild til í serligum førum at geva undantaksloyvi at taða uttan fyri taðingartíðarskeiðið)
§ 1 Í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing verður § 6, stk. 3-6, strikað, og í staðin verður sett
Í kunngerð nr. 72 frá 29. mai 2012 um taðing verður § 6, stk. 3-6, strikað, og í staðin verður sett: “Stk. 3. Kommunan kann í serligum førum geva einum ábyrgdara tíðaravmarkað undantaksloyvi til undir nærri tilskilaðum treytum at taða uttan fyri tað í stk. 1 ásetta tíðarskeiðið, um týðandi fyrilit fyri øðrum virksemi tala fyri tí. Ábyrgdarin skal í skrivligari umsókn um undantaksloyvi lýsa tørvin, ætlanina, nøgdina og slagið av tøðum, staðsetingina og støddina á lendinum, har ið ætlanin er at spræna tøðini. Stk. 4. Kommunan skal beinanvegin við almennari lýsing í svørtu talvu, á heimasíðu ella aðrastaðni kunna sínar borgarar um eitt undantaksloyvi sambært stk. 3 og treytirnar fyri loyvinum.”
§ 2 Henda kunngerðin kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd
Henda kunngerðin kemur í gildi, dagin eftir at hon er kunngjørd. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 18. februar 2020 Helgi Abrahamsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.