Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
12. februar 2025 Nr. 11
Kunngerð um broyting í kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum
(Um at strika kravið um at vera tøkur á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini)
§ 1 Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av…
Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum, sum broytt við kunngerð nr. 99 frá 6. september 2023, verða, gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 16, stk. 4 og § 20 í løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 25. mai 2009, verður ásett:” 2. § 5, stk. 1, nr. 3-5 verða strikað, og ístaðin verður sett: “3) er fyltur 16 ár, men ikki hevur nátt fólkapensjónsaldur sbrt. løgtingslóg um almannapensjónir o.a., og 4) hevur bústað og er í Føroyum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umhvørvismálaráðið, 12. februar 2025 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.