Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

8. mars 2006 Nr. 11

Kunngerð um broyting í kunngerð um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum

§ 1 Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr…

Í kunngerð nr. 24 frá 16. mars 2001 um veterinert eftirlit við innflutningi av matvørum úr djórum, sum broytt við kunngerð nr. 128 frá 21. september 2001, verða hesar broytingar gjørdar: 1) Í § 6 verður, aftaná stk. 1, sum nýtt stykki sett: “Stk. 2. Tó kann embætisdjóralæknin á BIP-støðini geva loyvi til, at matvørur úr djórum úr triðjalandi verða lossaðar í Tórshavnar havn við hesum treytum: 1) Loyvið skal verða tíðaravmarkað til í mesta lagi 1 ár í senn. Tað skal verða galdandi fyri ein ávísan innflytara, fyri ein ella fleiri ávísar matvørubólkar og fyri innflutning frá einum ella fleiri ávísum triðjalondum, 2) vøran skal koma til Føroya í innsiglaðari bingju, kassa ella tílíkum. Seglið skal verða veterinert myndugleikasegl, sum skal svara til seglið á heilsuváttanini, ið skal fylgja við vøruni, 3) embætisdjóralæknin skal gera skjala- og samleikaeftirlit í havnini, har sendingin verður lossað, 4) sendingar, sum lúka skjala- og samleikaeftirlitið, sbr. nr. 3, skulu beinan vegin verða sendar til nærmastu BIP-støð til fysiskt eftirlit, 5) flutningstíðin til nærmastu BIP-støð skal ikki verða longri enn 1 tíma, 6) á nærmastu BIP-støð skal embætisdjóralæknin gera fysiskt eftirlit við sendingini, og 7) bert sendingar, sum lúka fysiska eftirlitið, sbr. nr. 6, skulu verða latnar leysar.” Stk. 2-6 verða hereftir stk. 3-7. 2) § 38, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis: “1. brýtur: § 2, § 3, stk. 1, § 4, § 5, stk. 3, § 6, stk. 1 ella 6, § 11, stk. 1-3, § 12, stk. 2, § 19, § 20, stk. 1-2, § 21, stk. 2, § 22, § 23, stk. 4-6, § 24, stk. 1, § 26, § 27, stk. 1-9, § 28, § 30, stk. 1-2, § 31, stk. 1, 4 ella 6, § 32, stk. 2, § 33 ella § 34, stk.1,” 3) Í § 38, stk. 1, verður eftir nr. 2 sett nýtt nr.: “3. ikki heldur treytirnar samsvarandi § 6, stk. 2, ella”

§ 38 , stk. 1, nr. 3 verður hereftir nr. 4

, stk. 1, nr. 3 verður hereftir nr. 4.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið 8. mars 2006 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙