Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. juli 2017 Nr. 109
Kunngerð um lán o.a. til útlendsk móðurfeløg
Við heimild í § 211, stk. 2 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg verður ásett:
§ 1 Eitt kapitalfelag kann beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella…
Eitt kapitalfelag kann beinleiðis ella óbeinleiðis lata pening vera til taks, veita lán ella veita trygd fyri eitt móðurfelag, ið er eitt partafelag, smápartafelag ella partnarafelag, ella samsvarandi felagsformur, um móðurfelagið: 1) hevur heimstað í einum ES-landi, einum EBS-landi ella Sveis, ella 2) hevur heimstað í Avstralia, Kanada, Hong Kong, Japan, Suðurkorea, Nýsælandi, Singapor, Taivan ella USA.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. juli 2017 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.