Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
5. juli 2001 Nr. 109
Kunngerð um lesandi og lærlingar uttanlands
Við heimild í § 1, nr. 3 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 30. desember 1997, verður ásett:
§ 1 Lesandi og lærlingar uttanlands, sum áðrenn lestur ella læru hava havt fastan bústað í Føroyum í…
Lesandi og lærlingar uttanlands, sum áðrenn lestur ella læru hava havt fastan bústað í Føroyum í minst 4 ár, eru sambært § 1, nr. 3 í lógini fult skattskyldug í Føroyum.
§ 2 Við lesandi og lærlingar eftir § 1 er at skilja persónar, sum fara uttanlands í lestrar- ella…
Við lesandi og lærlingar eftir § 1 er at skilja persónar, sum fara uttanlands í lestrar- ella útbúgvingarørindum við t.d. lærdan háskúla, skúla innan handil og ídnað, sjóvinnu, landbúnað, handverk, flogvinnu, sjúkrarøkt ella tænastuvinnu.
§ 3 Fyri at koma undir hesar reglur, skal viðkomandi persónur lata Toll- og Skattstovu Føroya…
Fyri at koma undir hesar reglur, skal viðkomandi persónur lata Toll- og Skattstovu Føroya upplýsingar um útbúgvingina, útbúgvingarstað og ásetta lestrartíð og altíð kunna vátta, at ein framhaldandi er undir útbúgving. Upplýsingar um broytingar í útbúgvingini, t.d. um persónur gevst við útbúgvingini ella skift verður til aðra útbúgving, skulu eisini latast Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildið dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar…
Henda kunngerð kemur í gildið dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2001. Samstundis fer kunngerð nr. 15 frá 19. juli 1989 frá Líkningarráð Føroya um lesandi og lærlingar uttanlands úr gildi. Fíggjarmálastýrið, 5. juli 2001 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.