Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
16. juli 2019 Nr. 108
Kunngerð um broyting í kunngerð um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin)
(Broytt vektan av breytarverkætlanini á fyrireikingarbreytini)
§ 1 Í kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin),…
Í kunngerð nr. 8 frá 22. januar 2013 um próvtøkur í miðnámsútbúgvingunum (Próvtøkukunngerðin), sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 7. apríl 2014 og kunngerð nr. 59 frá 11. mai 2016, verður í § 38, stk. 1, nr. 5 “vektina 1,5” broytt til: “vektina 2,0”.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja á fyrireikingarbreytini í august 2019 og seinni. Mentamálaráðið, 16. juli 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Martin Næs (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.