Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. november 1982 Nr. 108

Kunngerð um laksaveiðu á landleiðini

Við heimild í § 4 í løgtingslóg nr. 8 frá 29. mars 1978 við seinri broytingum um fiskiveiðu á landleiðini og saman við løgtingsins fiskivinnunevnd hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Veiða eftir laksi (Salmo salar) við øðrum reiðskapi enn línu er ikki loyvd. Veiðan er treytað av,…

Veiða eftir laksi (Salmo salar) við øðrum reiðskapi enn línu er ikki loyvd. Veiðan er treytað av, at skipið hevur veiðuloyvi frá landsstýrinum (Fiskivinnustovuni). Veiðuloyvini eru tíðaravmarkað.

§ 2 Laksur undir 60 cm, máldur úr trantinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki…

Laksur undir 60 cm, máldur úr trantinum til aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan laks um borð, men skal hann verða sleptur út aftur beinan vegin.

§ 3 Skiparin hevur skyldu at føra skipsdagbók og í hana skriva laksatal fyri hvønn dag sær, og hvar…

Skiparin hevur skyldu at føra skipsdagbók og í hana skriva laksatal fyri hvønn dag sær, og hvar laksurin er veiddur. Hvønn mánadag skal skiparin geva Fiskivinnustovuni upplýsing um laksatal og vekt. 2. stk. Tá ið veiðan verður uppskipað í Føroyum, skal hon flokkast soleiðis: Flokkur 1: yvir 9 kg » 2: yvir 7 kg til og við 9 kg » 3: yvir 5 kg til og við 7 kg » 4: yvir 4 kg til og við 5 kg » 5: yvir 3 kg til og við 4 kg » 6:3 kg og minni. 3. stk. Skiparin hevur skyldu at senda avrit av vektarseðlum til Fiskivinnustovuna beinan vegin, veiðan er uppskipað. Møgulig laksamerki frá veiddum laksi skal skiparin beinan vegin senda Fiskirannsóknarstovuni.

§ 4 Fyri veiðuloyvi verður at gjalda landsstýrinum (Føroya gjaldstovu) 1 kr./kg landað vekt av laksi,…

Fyri veiðuloyvi verður at gjalda landsstýrinum (Føroya gjaldstovu) 1 kr./kg landað vekt av laksi, jbr. løgtingslóg nr. 68 frá 21. mai 1980 um avgjald av laksi, veiddum á landleiðini. Gjaldið verður at gjalda hvønn túrin sær og er fallið til gjaldingar 14 dagar aftaná uppskiping.

§ 5 Vrakaratovnurin hevur eftirlit við uppskiping, flokking (herundir minstamát) og avskiping.…

Vrakaratovnurin hevur eftirlit við uppskiping, flokking (herundir minstamát) og avskiping. Vaktar- og Bjargingartænastan hevur eftirlit við, at veiðureglurnar verða hildnar.

§ 6 Brot móti ásetanum í hesi kunngerð og í veiðuloyvi koma undir bót og herafturat kann allur…

Brot móti ásetanum í hesi kunngerð og í veiðuloyvi koma undir bót og herafturat kann allur fiskireiðskapur, so sum línur, uppstandarar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 81 frá 27. august…

Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 81 frá 27. august 1980.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙