Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. juli 2017 Nr. 107

Kunngerð um útloysingarskyldu og útloysingarrætt tilboðsgevaranna í sambandi við eitt yvirtøkutilboð

Við heimild í § 71, stk. 4 og § 319, stk. 4 í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg verður ásett:

Uppgerð av ognum

§ 1 Í sambandi við uppgerð av ognanum eftir § 70, stk. 2, 3. pkt. í løgtingslógini, skulu bert…

Í sambandi við uppgerð av ognanum eftir § 70, stk. 2, 3. pkt. í løgtingslógini, skulu bert kapitalpartar og atkvøðurættindi, ið tilboðsgevarin eigur, roknast við. Stk. 2. Eigur felagið egnar kapitalpartar, verða hesir ikki roknaðir við í felagskapitalin í sambandi við uppgerð sambært stk. 1. Revsing

§ 2 Brot á § 1 verður revsað við sekt

Brot á § 1 verður revsað við sekt. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapitli 5 í revsilógini. Gildiskoma

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2018. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi bekendtgørelse nr. 1380 af 11. december 2007 for Færøerne om tilbudsgiveres indløsningspligt og indløsningsret ved et overtagelsestilbud. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 10. juli 2017 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙