Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. juni 2025 Nr. 107

Kunngerð um broyting í kunngerð um tolleftirlit

(Víðkan av skylduni at lata upplýsingar um ferðafólk í sambandi við ferðafólkaflutning)

§ 1 Í kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit, verða gjørdar hesar broytingar

Í kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 20, stk. 2 verður strikað, og í staðin verður sett: “Stk. 2. Allar tøkar upplýsingar sambært skjal 1 skulu latast TAKS: 1) millum 24 og 48 tímar áðrenn ætlaðu fráferðina, og 2) beinanvegin dyrnar eru latnar aftur, og tað ikki longur ber til hjá ferðafólkum at fara umborð ella úr farinum. Stk. 3. Latan av upplýsingum sambært stk. 2, nr. 2 er avmarkað til dagføring av upplýsingum, sum eru nevndar í stk. 2, nr. 1. Stk. 4. TAKS kann til eina og hvørja tíð heita á fyritøkuna um at lata allar tøkar upplýsingar. Stk. 5. TAKS skal hava fjaratgongd til tær í skjali 1 nevndu upplýsingar í skipan hjá fyritøku, ið rekur ferðafólkaflutning.” 2. Skjal 1 í kunngerð nr. 113 frá 7. juli 2021 um tolleftirlit verður orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 10. juni 2025 Ruth Vang (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) Skjal 1 “Skjal 1 Upplýsingar, sum TAKS skal hava um ferðafólk og manning sambært § 20, stk. 2-5 1) PNR-nummar (bókingarnummar). 2) Dagfesting fyri nær ferðaseðil er bílagdur og útskrivaður. 3) Ætlaðar ferðadagfestingar. 4) Nøvn. 5) Bústaður og samskiftisupplýsingar (telefonnummar og teldupostur). 6) Upplýsingar um gjaldsmiðlar, harundir hvør rindar og bústaður. 7) Fullfíggjað ferðaætlan fyri ávísan ferðafólkalista. 8) Upplýsingar um bonusskipanir. 9) Ferðafyriskipari ella ferðaskrivstova. 10) Ferðastøða hjá ferðandi, harundir váttanir, innskrivingarstøða, upplýsingar um “no show” og “go-show”. 11) Uppbýttar PNR-upplýsingar. 12) Almennar viðmerkingar, harundir allar tøkar upplýsingar um børn undir 18 ár, sum ferðast einsamøll, so sum navn, kyn, aldur, mál, sum barnið tosar, navn og samskiftisupplýsingar hjá ábyrgdarpersóni við fráferð og hvat samband hesin hevur við barnið, navn og samskiftisupplýsingar hjá ábyrgdarpersóni við komu og hvat samband hesin hevur við barnið og starvsfólk á flogvølli við fráferð og komu. 13) Upplýsingar í ferðaseðlateigunum, harundir ferðaseðlanummar, dagfesting tá ferðaseðil er skrivaður, einvegis ferðaseðlar og ferðaseðlaprísir. 14) Seturnummar og aðrar seturupplýsingar, kamarsnummar. 15) Upplýsingar um felags rutunummar (“code sharing”). 16) Allar upplýsingar um viðføri. 17) Tal av samferðandi, nøvn hjá hesum á ferðafólkalista. 18) Upplýsingar, sum eru savnaðar um tann ferðandi (API-upplýsingar), harundir slag, nummar, útgávuland og lokadagur fyri eitthvørt samleikaprógv, tjóðskapur, eftirnavn, fornavn, kyn, føðingardagur, flogfelag, rutunummar, fráfaringardagur, komudagur, fráfaringarflogvøllur, komuflogvøllur, fráferðartíðspunkt og komutíðspunkt. 19) Allar søguligar broytingar av upplýsingunum í nr. 1-18. ”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
tolleftirlit, sum broytt við kunngerð nr. 107 frá 10. juni 2025 · innanhýsis
Galdandi · 7. juli 2021

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙