Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
24. august 1994 Nr. 106
Kunngerð um sjóvinnubrøv og serlig útbúgvingarkrøv
Samsvarandi §§ 18, 24, 25 og 33 í løgtingslóg nr. 16 frá 3. mars 1988 um sjóvinnu hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Sjóvinnubrøv íroknað dugnaskaparbrøv gevur Sjóvinnufyrisitingin út
Sjóvinnubrøv íroknað dugnaskaparbrøv gevur Sjóvinnufyrisitingin út.
§ 2 Sjóvinnubrøv eru gild 5 ár í senn og eftir hetta tíðarskeið bert gild um ánarin
Sjóvinnubrøv eru gild 5 ár í senn og eftir hetta tíðarskeið bert gild um ánarin 1) skjalprógvar at hava havt tænastu á havskipum, sum ávikavist deksyvirmaður, maskin- ella radioyvirmaður í minsta lagi 1 ár tey seinastu 5 farnu árini, ella 2) prógvar við váttan frá Sjóvinnufyrisitingini, at brævsins gildi stendur við. Stk. 2. Gildisváttan, sum nevnd í stk. 1, nr. 2, verður skrivað sjófólki, sum 1) hevur int tænastu, sum hevur samband við slag og stig próvsins, ið avvarðandi hevur, tá ið tænastan verður at javnmeta við ta tænastu, sum krevst eftir stk. 1, nr. 1, ella 2) stendur roynd so viðtøka og evnisrúma, sum Landsskúlafyrisitingin ásetur við atliti til próvtøkuár, siglingartíð og seinastu mynstring hjá avvarðandi, ella 3) við nóg góðum úrsliti hevur tikið lut í einum ella fleiri góðkendum skeiðum, sum Landsskúlafyrisitingin hevur fyriskipað greiniligari, ella 4) hevur havt góðkenda tænastu á havskipum, sum deksyvirmaður ella maskinyvirmaður í starvi, sum var útyvir tað kravda yvirmannatalið ella sum maskinyvirmaður í lægri starvi enn tað, ið vinnubrævið heimilar, í minsta lagi 3 mánaðir beint áðrenn avvarðandi kom í tað starv, sum hann hevur rætt til eftir vinnubrævi sínum.
§ 3 Í olju-, kemikaliu- og gasstangaskipum skal skipari, yvirstýrimaður, maskinstjóri, 1. stýrimaður…
Í olju-, kemikaliu- og gasstangaskipum skal skipari, yvirstýrimaður, maskinstjóri, 1. stýrimaður og 1. maskinmeistari og ein og hvør annar, pumpumaður íroknaður, við beinleiðis ábyrgd av ferming, uppskipan og eftirliti við farminum á ferðini ella av arbeiði við farminum umborð, hava havt hóskandi royndir í slíkari tænastu við olju-, kemikaliu- ella gasstangaskipi í minsta lagi 3 mánaðir, umframt at hava tikið lut á góðkendum serskeiði um slíkar flutningar ella hava samsvarandi góðkenda útbúgving og prógv, ella annað skjal um hetta.
§ 4 Viðtøkni á teirri kravdu trygdarúgbúgvingini, tá ið vinnubræv sum skipsfjarritari ella…
Viðtøkni á teirri kravdu trygdarúgbúgvingini, tá ið vinnubræv sum skipsfjarritari ella skipsradiotelefonistur verður útgivið, ásetur Sjóvinnufyrisitingin, og skal vera væl ansað, hvat vinnubrævaslagið er og hvørjar reglurnar eru í altjóða sáttmálanum um útbúgving av sjófólki, um sjóvinnu og um vaktarhald, frá 1978 við samtyktum, sum harafturat eru komnar.
§ 5 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer kunngerð nr. 52 frá 9. juni…
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer kunngerð nr. 52 frá 9. juni 1989 um sjóvinnubrøv og serlig útbúgvingarkrøv samstundis úr gildi.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.