Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. juni 2021 Nr. 105

Kunngerð um ellisakfør

Við heimild í § 10, stk. 1, § 11, stk. 3 og § 58 a, stk. 1, nr. 2 og 3 í løgtingslóg um ferðslu, sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, sum broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000, og § 13, stk. 2, nr. 3 og § 13 a, stk. 2 í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um veg- og umhvørvisgjald av motorakførum o.a., sum broytt við løgtingslóg nr. 42 frá 9. apríl 2003, verður ásett:

Ellisakfar í upprunalíki

§ 1 Motorakfar, sum hevur søguligt virði, kann verða allýst sum ellisakfar um

Motorakfar, sum hevur søguligt virði, kann verða allýst sum ellisakfar um: 1) tað er 25 ár ella eldri, 2) tað er varðveitt í upprunalíki og er í lýtaleysum standi, og 3) tað er skrásett sum ellisakfar. Stk. 2. Húsvognar og viðfestiakfør kunnu ikki skrásetast sum ellisakfør.

§ 2 Motorakfar, sum eru skrásett sum ellisakfar kann bara nýtast

Motorakfar, sum eru skrásett sum ellisakfar kann bara nýtast: 1) til koyring av og á, ella 2) til serlig høvi. Sniðbroytt ellisakfar

§ 3 Sniðbroytt ellisakfar er eitt motorakfar

Sniðbroytt ellisakfar er eitt motorakfar: 1) sum er 25 ár ella eldri, 2) hevur eitt so mikið broytt snið og kann tískil ikki skrásetast sum ellisakfar, sbrt. § 1, stk. 1, og 3) er skrásett sum sniðbroytt ellisakfar.

§ 4 Motorakfar, sum er skrásett sum sniðbroytt ellisakfar kann bara nýtast

Motorakfar, sum er skrásett sum sniðbroytt ellisakfar kann bara nýtast: 1) til koyring av og á, ella 2) til serlig høvi. Aðrar ásetingar

§ 5 Ellisakfar ella sniðbroytt ellisakfar kann ikki nýtast til vinnuligan flutning, vinnuligan…

Ellisakfar ella sniðbroytt ellisakfar kann ikki nýtast til vinnuligan flutning, vinnuligan fólkaflutning ella til vinnuligt endamál. Stk. 2. Akfar, sum er skrásett sum ellisakfar ella sum sniðbroytt ellisakfar, kann tó, hóast ásetingarnar í stk. 1 verða nýtt til brúðarkoyring, filmsupptøkur ella líknandi høvi. Stk. 3. Akfar, sum er skrásett sum ellisakfar ella sniðbroytt ellisakfar, kann hóast ásetingarnar í stk. 1, nýtast til flutning av ferðafólki í last ella vørurúmi á bilum o.a., sbrt. kunngerð um flutning av ferðafólki í last ella vørurúmi á bilum v.m. Stk. 4. Søkjast kann um loyvi hjá løgregluni til koyring, sbrt. stk. 3.

§ 6 Motorakfør, sum lúka krøvini, sbrt. § 1, stk. 1 ella § 3, men har ætlanin framhaldandi er, at…

Motorakfør, sum lúka krøvini, sbrt. § 1, stk. 1 ella § 3, men har ætlanin framhaldandi er, at hesi akfør skulu nýtast til dagliga koyring, kunnu ikki skrásetast sum ellisakfør ella sniðbroytt ellisakfør. Revsing

§ 7 Við sekt verður tann revsaður, ið fremur brot á § 5, stk. 1 og § 6

Við sekt verður tann revsaður, ið fremur brot á § 5, stk. 1 og § 6. Gildiskoma og skiftisregla

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 46 frá 12. juli 2004 um ellisakfør. Stk. 2. Akfør, ið eru skrásett sum ellisakfør, áðrenn henda kunngerð kom í gildi, verða viðgjørd sambært ásetingunum í kunngerð nr. 46 frá 12. juli 2004 um ellisakfør. Fíggjarmálaráðið, 23. juni 2021 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
ellisakfør · innanhýsis
Áður galdandi · 12. juli 2004
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙