Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. juni 1992 Nr. 105

Kunngerð um fiskivinnuhagtøl fyri føroysk fiskifør

Við heimild í løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1950 um statistikk hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Skipari, ella bátsformaður, á føroyskum fiskifari hevur ábyrgdina av, at allar hagtalsskyldur hjá…

Skipari, ella bátsformaður, á føroyskum fiskifari hevur ábyrgdina av, at allar hagtalsskyldur hjá føroyskum fiskiførum viðvíkjandi fiskiveiðihagtølum verða loknar.

§ 2 Hagtalsskyldurnar eru loknar, tá

Hagtalsskyldurnar eru loknar, tá a) landað verður til eina góðkenda innvigingarskipan í Føroyum og tær upplýsingar, sum eru neyðugar eru latnar fiskikeyparanum, b) veiða er uppgivin á góðkent oyðiblað fyri avreiðingar í útlondum, c) fiskifør, sum eru yvir 100 BRT og/ella fiska uttan fyri føroysku landleiðina, hava sent inn tvítak av rætt útfyltari skipsdagbók, d) aðrar ásetingar, sum eru treytaðar av tveyvegis ella fleirvegis fiskivinnusáttmálum, eru uppfyltar.

§ 3 Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót

Brot móti ásetanum í hesi kunngerð koma undir bót.

§ 4 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7…

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 9. januar 1980 um fiskiveiðihagtøl fyri Føroyar.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
at seta úr gildi kunngerð um fiskivinnuhagtøl fyri føroysk fiskifør · innanhýsis
Søgulig · 12. juni 2006
Avtøkur
veiðidagbøkur og fiskivinnuhagtøl fyri føroysk fiskifør · innanhýsis
Áður galdandi · 27. juni 1994

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙