Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. september 2023 Nr. 105

Kunngerð um broyting í kunngerð um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum

(Tilboð til fleiri barnakonur um kikhostakoppseting, javnseta tilboð til gentur og dreingir um HPV koppseting og strika ásetingar um koppingarevni í sambandi við koppseting ímóti influensa)

§ 1 Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum…

Í kunngerð nr. 151 frá 29. oktober 2020 um ókeypis koppseting ímóti ávísum smittandi sjúkum, sum broytt við kunngerð nr. 137 frá 7. oktober 2021, kunngerð nr. 152 frá 3. desember 2021 og kunngerð nr. 135 frá 24. oktober 2022, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 4 verður orðað soleiðis: “§ 4. Gentur og dreingir í aldrinum 12-17 ár kunnu verða koppsett ókeypis ímóti humant papillomavirus HPV.” 2. § 5, stk. 2 verður strikað. Stk. 3 og 4 verða eftir hetta stk. 2 og 3. 3. § 5, stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Koppsetingin verður veitt børnum í aldrinum 2 til 6 ár samsvarandi vegleiðing frá Sundhedsstyrelsen. Tað merkir, at koppsetingin, sum meginregla verður veitt sum ein nasal influensukoppseting.” 4. § 8 verður orðað soleiðis: “§ 8. Barnakonur kunnu verða koppsettar ókeypis ímóti kikhosta frá 24. barnsburðarviku at rokna.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2023

Henda kunngerð kemur í gildi 1. oktober 2023. Heilsumálaráðið, 28. september 2023 Margit Stórá (sign.) landsstýriskvinna / Turid Arge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙