Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
18. desember 1978 Nr. 105
Kunngerð um fallhjálmar
Við heimild í § 10, 1. stk. og § 43 a, 4. stk., í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Skyldan at nýta fallhjálm er ikki galdandi fyri persónar, ið hava fingið læknaváttan um frítøku.…
Skyldan at nýta fallhjálm er ikki galdandi fyri persónar, ið hava fingið læknaváttan um frítøku. Undir akstri skal viðkomandi hava læknaváttanina hjá sær og vísa løgregluni hana, um tað verður kravt.
§ 2 Fallhjálmar skulu vera góðkendir eftir reglunum í nr. 1, nr. 2 ella nr. 3
Fallhjálmar skulu vera góðkendir eftir reglunum í nr. 1, nr. 2 ella nr. 3: 1) Donskum standard, finskum standard ella svenskum standard. Hjálmurin skal hava góðkenningarmerki. 2) ECE-reglugerð nr. 30. mars 1972. Hjálmurin skal vera E-merktur. 3) Av bileftirlitinum og merktur av hesum. 2. stk. Góðkenningarmerkið skal vera torført at fáa burtur og má ikki setast á hjálmsskálina.
§ 3 Merkir, pynt og endurskin mugu ikki setast á hjálmin, og heldur ikki má nakað vera málað uppá hann
Merkir, pynt og endurskin mugu ikki setast á hjálmin, og heldur ikki má nakað vera málað uppá hann.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1979
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 1979. 2. stk. Fallhjálmur, ið eru útvegaðir áðrenn 1. januar 1979, kunnu hóast reglurnar í § 2 verða nýttir til tann 1. december 1982.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.