Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Kunngerðin fevnir um flutning av akvakulturdýrum, akvakulturúrdrátti, akvakulturburturkasti,…§ 2Í hesi kunngerð merkir: Akvakulturdýr: Livandi fiskur, krabbadýr, lindýr og líknandi dýr og dýr,…§ 3Flutningsfyritøkur skulu góðkennast av embætisdjóralæknanum, áðrenn tær fara undir virkið sítt§ 4Embætisdjóralæknin skal hava góðkent flutningseindir, áðrenn tær verða tiknar í nýtslu§ 5Flutningseindin skal vera væl røkt og innrættað, so hon er løtt at vaska og sóttreinsa§ 6Útlendskar flutningseindir, sum verða nýttar til flutning av akvakulturdýrum til Føroya skulu…§ 7Akvakulturdýr skulu ikki verða flutt frá akvakulturbrúki, uttan at flutningsloyvi er fingið…§ 8Eitt flutningsloyvi til rogn, sil, yngul, smolt, lívfisk ella onnur akvakulturdýr er bert…§ 9Tá flutningurin er farin fram, skal móttakarin av akvakulturdýrunum senda eitt avrit av…§ 10Ikki er loyvt at flyta akvakulturdýr, sum hava tekin um kliniska sjúku, dagin tá flutningurin…§ 11Flutningur av akvakulturdýrum skal bert fevna um 1 sendara og 1 móttakara í sama flutningi§ 12Áðrenn flutningurin byrjar, skal ábyrgdarhavandi fyri flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri,…§ 13Flutningur við brunnbáti skal fara fram so langt frá akvakulturbrúki sum gjørligt§ 14Flutningur av akvakulturdýrum við lastbili og øðrum akførum skal fara fram soleiðis, at…§ 15Lasting, flutningur og lossing av akvakulturdýrum skal fara fram á ein djóraverndarliga ráðiligan…§ 16Embætisdjóralæknin kann krevja flutning av akvakulturdýrum steðgaðan, um flutningurin ikki er í…§ 17Akvakulturúrdráttir skulu ikki verða fluttir frá virkjum, fyrr enn flutningsloyvi er fingið frá…§ 18Áðrenn flutning skal ábyrgdarhavandi av flutningi av akvakulturúrdráttum tryggja sær skjalprógv…§ 19Akvakulturburturkast skal ikki verða flutt frá akvakulturbrúki ella virki, uttan at skrivligt…§ 20Áðrenn flutning av burturkasti skal ábyrgdarhavandi av flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri,…§ 21Ábyrgdarhavandi fyri flutningi av akvakulturfóðri skal síggja til, at flutningseindin verður…§ 22Flutningur av akvakulturdýrfóðri til eitt akvakulturbrúk, sum hevur fingið álagt veterinerar…§ 23Flutningur av brúktari akvakulturútgerð skal bert fara fram eftir, at skrivligt loyvi er fingið…§ 24Á øllum flutningseindum skal ábyrgdarhavandi av flutninginum føra eina flutningsbók yvir allar…§ 25Vasking og sóttreinsing av flutningseindum skal fara fram eftir almennari leiðbeining frá…§ 26Eigarin av akvakulturbrúkinum ella virkinum rindar fyri flutningsloyvi, eftirlit og vitjanir hjá…§ 27Tað almenna rindar einki endurgjald fyri akvakulturdýr, sum verða kravd slátrað ella burturbeind…§ 28Brot á regurnar í § 3, stk. 1-3, § 4, stk. 1-2, §§ 5, 6 og 7, stk. 1-2, § 8, stk. 1-3, §§ 9-15, §…§ 29Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Lógtekstur

3. juli 2001 Nr. 105

Kunngerð um flutning av akvakulturdýrum v.m.

Við heimild í §§ 9, 13-14, 16-17, 26, stk. 1 og §§ 27 og 48, stk. 2 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur (um fyribyrging og niðurberjing av sjúkum hjá djórum og um marknaeftirlit við djórum og djóraúrdráttum) og § 17 í løgtingslóg nr. 9 frá 14. mars 1985 um vernd av dýrum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 30. mars 1990, verður ásett:

Øki og allýsingar

§ 1 Kunngerðin fevnir um flutning av akvakulturdýrum, akvakulturúrdrátti, akvakulturburturkasti,…

Kunngerðin fevnir um flutning av akvakulturdýrum, akvakulturúrdrátti, akvakulturburturkasti, akvakulturfóðri og brúktari akvakulturútgerð.

§ 2 Í hesi kunngerð merkir: Akvakulturdýr: Livandi fiskur, krabbadýr, lindýr og líknandi dýr og dýr,…

Í hesi kunngerð merkir: Akvakulturdýr: Livandi fiskur, krabbadýr, lindýr og líknandi dýr og dýr, sum upprunaliga livdu vilt, men sum eru ætlað akvakulturbrúki eins og rogn og sil teirra. Stk. 2. Akvakulturúrdráttir eru: Fesk ella fryst akvakulturdýr ella partar av hesum. Stk. 3. Akvakulturburturkast er: Deyð akvakulturdýr, sláturburturkast og burturkast frá viðgerð av akvakulturdýrum eins og slam frá akvakulturbrúkum og virkjum. Stk. 4. Akvakulturfóður er: Fóður, sum er ætlað akvakulturdýrum. Stk. 5. Brúkt akvakulturútgerð er: Øll útgerð, sum hevur verið í samband við akvakulturdýr ella er nýtt á akvakulturbrúki, heruppií ringar, stálbúður, nótir, skiljingarútgerð, koppsetingarútgerð v.m. Stk. 6. Flutningsfyritøka er: Fyritøka, sum flytur akvakulturdýr, akvakulturúrdráttir, akvakulturburturkast, akvakulturfóður og brúkta akvakulturútgerð. Stk. 7. Flutningsfar er: 1. Skip og onnur før, heruppií brunnbátar, fóðurbátar og eftirlitsbátar, 2. lastbilar og onnur akfør og 3. flogfør og tyrlur, sum verða nýtt til flutning av akvakulturdýrum, akvakulturúrdráttum, akvakulturburturkasti, akvakulturfóðri og brúktari akvakulturútgerð. Stk. 8. Flutningsútgerð er: 1. Flutningsnótir, brunnar, tangar, kør, íløt og 2. øll sløg av tekniskari útgerð - heruppií umfarsskipanir (cirkulatiónsskipanir), iltingarskipanir, vatnfiltur, ventilar, rør, slangur og onnur útgerð - sum verður nýtt í sambandi við lasting, flutning og lossing av akvakulturdýrum, akvakulturúrdrátti, akvakulturburturkasti, akvakulturfóðri og brúktari akvakulturútgerð. Stk. 9. Flutningseind er: Flutningsfør við tilhoyrandi flutningsútgerð. Stk. 10. Flutningsloyvi er: Skjal embætisdjóralæknin hevur flýggjað út og sum gevur loyvi til flutning av akvakulturdýrum, akvakulturburturkasti, akvakulturfóðri og brúktari akvakulturútgerð. Stk. 11. Embætisdjóralæknin er: Landsdjóralæknin ella ein djóralækni, sum landsdjóralæknin hevur góðkent til at røkja viðkomandi uppgávu. Stk. 12. Ábyrgdarhavandi fyri flutninginum er: Bilførarin ella skiparin. Góðkenning av flutningsfyritøku

§ 3 Flutningsfyritøkur skulu góðkennast av embætisdjóralæknanum, áðrenn tær fara undir virkið sítt

Flutningsfyritøkur skulu góðkennast av embætisdjóralæknanum, áðrenn tær fara undir virkið sítt. Stk. 2. Umsókn um góðkenning skal rúma hesar upplýsingar: 1. Navn, bústað, telefon-, faks- og teldupostnummar hjá fyritøkuni, 2. navnið á honum, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum á fyritøkuni, 3. upplýsingar um hvat slag av flutningi fyritøkan hevur í hyggju at gera, 4. ein lista yvir flutningsførini á fyritøkuni, 5. eina lýsing av innaneftirlitinum á fyritøkuni og 6. eina frágreiðing um, hvussu fyritøkan skúlar starvsfólkið, tá talan er um smittuavmarkandi tiltøk. Stk. 3. Broytingar í viðurskiftunum, nevnd eru í stk. 2, skulu fráboðast embætisdjóralæknanum beinanvegin. Stk. 4. Góðkenningin hjá fyritøkuni er galdandi í 3 ár. Stk. 5. Góðkenning kann verða tikin aftur, um so er, at treytirnar í góðkenningini ikki verða hildnar. Góðkenning av flutningseind

§ 4 Embætisdjóralæknin skal hava góðkent flutningseindir, áðrenn tær verða tiknar í nýtslu

Embætisdjóralæknin skal hava góðkent flutningseindir, áðrenn tær verða tiknar í nýtslu. Stk. 2. Umsókn um góðkenning av einari flutingseind skal rúma hesar upplýsingar: 1. Navn, bústað, telefon-, faks- og teldupostnummar hjá fyritøkuni, 2. navnið á honum, sum hevur ábyrgdina av rakstrinum á fyritøkuni, 3. upplýsingar um, um flutningseindin skal nýtast til flutning av: a. Akvakulturdýrum, b. akvakulturúrdráttum, c. akvakulturburturkasti, d. akvakulturfóðri, e. brúktari akvakulturútgerð. 4. Samleikin á flutningseindini: a. Fyri skip og onnur før: navn og skrásetingarnummar. b. Fyri lastbilar og onnur akfør: skrásetingarnummar, 5. Tekniska lýsing av innrætninginum av flutningseindini, 6. lýsing av mannagongdum fyri: a. Árligu tilbúgvingina og viðlíkahaldið. b. Reingerð og sóttreinsing av flutningseindini áðrenn og eftir hvønn flutning. c. Reingerð og sóttreinsing av fótbúna og arbeiðsklæðum hjá arbeiðsfólki áðrenn og eftir hvønn flutning. d. Handfaring, goymslu og burtureining av akvakulturdýrum, sum eru deyð í sambandi við flutningin. Stk. 3. Góðkenning av eini flutningseind kann fevna um skerjingar viðvíkjandi: 1. Hvat slag av flutningi flutningseindin kann verða nýtt til (akvakulturdýr, akvakulturúrdráttir, akvakultururturkast, akvakulturfóður og brúkta akvakulturútgerð). 2. Landafrøðiligu nýtsluna av flutningseindini - heruppií at flutningseindin bert skal verða nýtt ávísar flutningsvegir. Stk. 4. Góðkenningin av flutningseindini er galdandi í 1 ár. Stk. 5. Góðkenningin av flutningseindini kann verða tikin aftur, um treytirnar í góðkenningini ikki verða hildnar.

§ 5 Flutningseindin skal vera væl røkt og innrættað, so hon er løtt at vaska og sóttreinsa

Flutningseindin skal vera væl røkt og innrættað, so hon er løtt at vaska og sóttreinsa. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann áleggja fyritøkuni at gera ábøtur viðvíkjandi viðlíkahaldi og innrættning av flutningseindini innan eina ásetta tíðarfreist, heruppií krevja, at flutningseindin ikki skal verða nýtt, áðrenn ábøturnar eru framdar.

§ 6 Útlendskar flutningseindir, sum verða nýttar til flutning av akvakulturdýrum til Føroya skulu…

Útlendskar flutningseindir, sum verða nýttar til flutning av akvakulturdýrum til Føroya skulu verða góðkendar av embætisdjóralæknanum eftir reglunum í hesi kunngerð, áðrenn flutningurin byrjar. Stk. 2. Uttan mun til stk. 1 kann embætisdjóralæknin geva skrivligt loyvi til, at flutningseindir, sum eru góðkendar eftir tilsvarandi reglum uttanlands, kunnu verða nýttar til flutning av akvakulturdýrum til Føroya, tá skjalprógv eru fingin til vega. Flutningur av akvakulturdýrum

§ 7 Akvakulturdýr skulu ikki verða flutt frá akvakulturbrúki, uttan at flutningsloyvi er fingið…

Akvakulturdýr skulu ikki verða flutt frá akvakulturbrúki, uttan at flutningsloyvi er fingið frammanundan frá embætisdjóralæknanum. Stk. 2. Ábyrdarhavandi av akvakulturbrúkinum skal senda inn umsókn um loyvi til flutning av akvakulturdýrum. Umsóknin skal fevna um hesar upplýsingar: 1. Navn, bústað, telefonnummar og skrásetingarnummar sendarans. 2. Hvat slag av akvakulturdýrum, talan er um, aldur, nøgd í miðal og nøgd íalt. 3. Navn, bústað, telefonnummar og skrásetingarnummar móttakarans. 4. Navn, bústað, telefonnummar og skrásetingarnummar hjá flutningsfyritøkuni. 5. Navn og skrásetingarnummar á flutningseindini. 6. Eina heilsuváttan frá djóralæknanum hjá akvakulturbrúkinum. Hesin skal í fyrsta lagi 7 dagar áðrenn umsóknina hava kannað akvakulturbrúkið og í hesum sambandi ikki hava funnið tekin uppá sjúku, sum vil vera til hindurs fyri, at akvakulturdýrini verða flutt. 7. Undirskrift ábyrgdarhavarans á fyritøkuni, sum váttar, at allar týðandi upplýsingar um akvakulturdýrini og akvakulturbrúkið eru givnar til nýtslu til heilsuváttan djóralæknans. Stk. 3. Kanning djóralæknans, sbr. stk. 2, nr. 6, skal fevna um: 1. Eina gjøgnumgongd av heilsustandinum á akvakulturbrúkinum, 2. uppskurð av í minsta lagi 10 sjálvdeyðum ella avlívaðum akvakulturdýrum frá eindini, sum ætlanin er at flyta, og 3. uppskurð av í minsta lagi 10 akvakulturdýrum frá eindum, har dagliga fellið hevur verið størri enn 0,5 promillu seinastu 7 dagarnar áðrenn kanningina.

§ 8 Eitt flutningsloyvi til rogn, sil, yngul, smolt, lívfisk ella onnur akvakulturdýr er bert…

Eitt flutningsloyvi til rogn, sil, yngul, smolt, lívfisk ella onnur akvakulturdýr er bert galdandi fyri 1 flutning, sum skal vera farin fram, innan 21 dagar frá tí at flutningsloyvið er givið. Stk. 2. Eitt flutningsloyvi til fisk til slátring kann vera galdandi fyri fleiri flutningar, til viðkomandi fiskaeind er slátrað, tó í mesta lagi 30 dagar frá tí at flutningsloyvið er givið. Stk. 3. Í flutningsloyvinum kann embætisdjóralæknin áseta nærri krøv um: 1. Reinførisgóðskuna á flutningsvatninum. 2. Uppsamling og sóttreinsing av flutningsvatninum. 3. Hvar flutningsvatn kann verða skift. 4. Nýtslu av eini ávísari flutningsrutu. 5. Serlig krøv um reingerð og sóttreinsing av flutningseindini. Stk. 4. Flutningsloyvið fer úr gildi av sær sjálvum, um so er, at fellið hjá viðkomandi akvakulturdýrum fer upp um 0,5 promillu um dagin, eftir at djóralæknin hevur kannað akvakulturbrúkið. Stk. 5. Embætisdjóralæknin kann gera undantak frá reglunum í stk. 4.

§ 9 Tá flutningurin er farin fram, skal móttakarin av akvakulturdýrunum senda eitt avrit av…

Tá flutningurin er farin fram, skal móttakarin av akvakulturdýrunum senda eitt avrit av flutningsloyvinum til embætisdjóralæknan við upplýsingum um: 1. Dagfesting av, nær akvakulturdýrini eru móttikin. 2. Nøgd av akvakulturdýrum, vekt í miðal og vekt íalt. 3. Møgulig sjúkueyðkenni hjá akvakulturdýrunum. Stk. 2. Flutningsloyvi, sum ikki verða nýtt, skulu verða send embætisdjóralæknanum við viðmerking um, at flutningurin ikki er farin fram.

§ 10 Ikki er loyvt at flyta akvakulturdýr, sum hava tekin um kliniska sjúku, dagin tá flutningurin…

Ikki er loyvt at flyta akvakulturdýr, sum hava tekin um kliniska sjúku, dagin tá flutningurin skal fara fram. Stk. 2. Um so er, at dagliga fellið hjá akvakulturdýrunum, sum ætlanin er at flyta, er størri enn 0,5 promillu, skal ábyrgdarhavandi leiðarin á akvakulturbrúkinum venda sær til ein djóralækna beinanvegin.

§ 11 Flutningur av akvakulturdýrum skal bert fevna um 1 sendara og 1 móttakara í sama flutningi

Flutningur av akvakulturdýrum skal bert fevna um 1 sendara og 1 móttakara í sama flutningi.

§ 12 Áðrenn flutningurin byrjar, skal ábyrgdarhavandi fyri flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri,…

Áðrenn flutningurin byrjar, skal ábyrgdarhavandi fyri flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri, at embætisdjóralæknin hevur givið flutningsloyvi. Stk. 2. Hann, sum hevur ábyrgdina av flutninginum av akvakulturdýrum, skal síggja til, at flutningseindin verður vaskað og sóttreinsað millum hvønn flutning. Stk. 3. Vasking og sóttreinsing av flutningseindini skal váttast av embætisdjóralæknanum: 1. Áðrenn flutningseindin verður nýtt til flutning av akvakulturdýrum frá smoltstøðum, um so er, at flutningseindin frammamundan hevur verið nýtt til flutning av akvakulturdýrum frá alistøðum. 2. Áðrenn flutningseindin verður nýtt til flutning av akvakulturdýrum frá smoltstøðum, um so er, at flutningseindin frammamundan hevur verið nýtt til: a. Avlúsing ella koppseting. b. Sundurskiljing av akvakulturdýrum. c. Upptøku og flutning av nótum. d. Flutning av deyðum akvakulturdýrum. e. Flutning av akvakulturdýrum, sum hava fingið álagt veterinerar avmarkingar. f. Flutning av akvakulturdýrum uttanlands. Stk. 4. Váttan embætisdjóralæknans fyri at sóttreinsingin eftir stk. 2 er farin fram, skal verða goymd í 3 ár.

§ 13 Flutningur við brunnbáti skal fara fram so langt frá akvakulturbrúki sum gjørligt

Flutningur við brunnbáti skal fara fram so langt frá akvakulturbrúki sum gjørligt. Stk. 2. Flutningur av akvakulturdýrum við brunnbáti skal altíð fara fram við lukkaðum ventilum tá: 1. Smolt verða flutt frá einari smoltstøð til eina alistøð. 2. Fiskur, sum hevur fingið álagt veterinerar avmarkingar vegna smittandi sjúku, veður fluttur. 3. Siglt verður nærri enn 2 kilometrar frá einum akvakulturbrúki á sjónum. 4. Siglt verður nærri enn 5 kilometrar frá einum akvakulturbrúki, sum hevur fingið álagt veterinerar avmarkingar vegna smittandi sjúku. Stk. 3. Embætisdjóralæknin kann gera undantak frá reglunum í stk. 2, um so er, at hetta ikki hevur øktan smittuvanda við sær.

§ 14 Flutningur av akvakulturdýrum við lastbili og øðrum akførum skal fara fram soleiðis, at…

Flutningur av akvakulturdýrum við lastbili og øðrum akførum skal fara fram soleiðis, at flutningsvatn ikki verður stoytt niður undir flutninginum.

§ 15 Lasting, flutningur og lossing av akvakulturdýrum skal fara fram á ein djóraverndarliga ráðiligan…

Lasting, flutningur og lossing av akvakulturdýrum skal fara fram á ein djóraverndarliga ráðiligan hátt, so akvakulturdýrini ikki líða óneyðugt.

§ 16 Embætisdjóralæknin kann krevja flutning av akvakulturdýrum steðgaðan, um flutningurin ikki er í…

Embætisdjóralæknin kann krevja flutning av akvakulturdýrum steðgaðan, um flutningurin ikki er í samsvari við reglurnar í hesi kunngerð ella boð givin við heimild í hesi kunngerð. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann krevja, at smittuavmarkandi tiltøk verða sett í verk, heruppií burturbeining av akvakulturdýrunum, um flutningurin ikki er í samsvari við reglurnar í hesi kunngerð ella boð givin við heimild í hesi kunngerð. Stk. 3. Útreiðslur í sambandi við tiltøk eftir stk. 2 eru sambært § 40 í lógini tí almenna óviðkomandi. Flutningur av akvakulturúrdrátti

§ 17 Akvakulturúrdráttir skulu ikki verða fluttir frá virkjum, fyrr enn flutningsloyvi er fingið frá…

Akvakulturúrdráttir skulu ikki verða fluttir frá virkjum, fyrr enn flutningsloyvi er fingið frá embætisdjóralæknanum. Stk. 2. Ábyrgdarhavandi á virkinum sendir embætisdjóralæknanum umsókn um flutningsloyvi til flutning av akvakulturúrdráttum. Umsóknin skal rúma hesar upplýsingar: 1. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar hjá sendaravirkinum. 2. Hvat slag av akvakulturdýrum, talan er um eins og nøgd. 3. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar móttakarana. 4. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar hjá flutningsfyritøkuni. 5. Navn og skrásetingarnummar á flutningseindini. Stk. 3. Er talan um regluligan flutning av akvakulturúrdráttum millum ávís virki, kann embætisdjóralæknin geva eitt flutningsloyvi, sum er galdandi fyri fleiri flutningar innan fyri eitt tíðarskeið, sum tó ikki skal vera longri enn 1 ár.

§ 18 Áðrenn flutning skal ábyrgdarhavandi av flutningi av akvakulturúrdráttum tryggja sær skjalprógv…

Áðrenn flutning skal ábyrgdarhavandi av flutningi av akvakulturúrdráttum tryggja sær skjalprógv fyri, at embætisdjóralæknin hevur givið flutningsloyvi. Stk. 2. Flutningur av akvakulturúrdráttum skal fara fram í lukkaðum flutningseindum og soleiðis, at vatn ikki verður stoytt undir flutninginum. Stk. 3. Ábyrgdarhavandi fyri flutninginum av akvakulturdýrum skal síggja til, at flutningseindin verður vaskað og sóttreinsað millum flutningarnar. Flutningur av akvakulturburturkasti

§ 19 Akvakulturburturkast skal ikki verða flutt frá akvakulturbrúki ella virki, uttan at skrivligt…

Akvakulturburturkast skal ikki verða flutt frá akvakulturbrúki ella virki, uttan at skrivligt loyvi er fingið til tess frá embætisdjóralæknanum frammanundan. Stk. 2. Ábyrgdarhavandi á akvakulturbrúkinum ella virkinum skal senda inn umsókn um loyvi til flutning av burturkasti. Umsóknin skal rúma hesar upplýsingar: 1. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar hjá sendaravirkinum. 2. Hvat slag av burturkasti talan er um eins og nøgd. 3. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar móttakarans. 4. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar hjá flutningsfyritøkuni. 5. Navn og skrásetingarnummar á flutningseindini. Stk. 3. Er talan um regluligan flutning av burturkasti frá akvakulturdýrum millum ásett virki, kann embætisdjóralæknin geva flutningsloyvi, sum er galdandi fyri fleiri flutningar innan fyri eitt tíðarskeið, sum tó ikki skal vera longri enn 1 ár.

§ 20 Áðrenn flutning av burturkasti skal ábyrgdarhavandi av flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri,…

Áðrenn flutning av burturkasti skal ábyrgdarhavandi av flutninginum tryggja sær skjalprógv fyri, at embætisdjóralæknin hevur givið flutningsloyvið. Stk. 2. Flutningur av akvakulturburturkasti skal bert fevna um 1 sendara og 1 móttakara, og flutningurin skal fara beinleiðis frá sendara til móttakara. Stk. 3. Flutningur av akvakulturúrdráttum skal fara fram í lukkaðum flutningseindum og soleiðis, at vatn ikki verður stoytt undir flutninginum. Stk. 4. Ábyrgdarhavandi fyri flutninginum av akvakulturdýrum skal síggja til, at flutningseindin er vaskað og sóttreinsað millum flutningarnar. Stk. 5. Hjól á lastbilum, sum verða nýttir til flutning av akvakulturburturkasti, skulu sóttreinsast, tá teir ávíkavist koma til og fara frá akvakulturbrúkum og virkjum, sum taka ímóti burturkasti frá akvakulturdýrum. Stk. 6. Bilførarar og hjálparmenn, sum flyta akvakulturburturkast, skulu ikki hava atgongd til akvakulturbrúk fyrr enn teir hava latið seg í rein klæði og reinan fótbúna. Stk. 7. Embætisdjóralæknin kann gera undantak frá reglunum í stk. 2, um so er, at flutningsfyritøkan ella virkið, sum tekur ímóti akvakulturburturkasti, hevur gjørt eina ætlan fyri støðuga heintan av akvakulturburturkasti frá fleiri akvakulturbrúkum. Flutningur av akvakulturfóðri

§ 21 Ábyrgdarhavandi fyri flutningi av akvakulturfóðri skal síggja til, at flutningseindin verður…

Ábyrgdarhavandi fyri flutningi av akvakulturfóðri skal síggja til, at flutningseindin verður vaskað og sóttreinsað millum flutningarnar.

§ 22 Flutningur av akvakulturdýrfóðri til eitt akvakulturbrúk, sum hevur fingið álagt veterinerar…

Flutningur av akvakulturdýrfóðri til eitt akvakulturbrúk, sum hevur fingið álagt veterinerar avmarkingar vegna smittandi sjúku, skal bert fara fram eftir at skrivligt loyvi er fingið frá embætisdjóralæknanum frammanundan. Stk. 2. Áðrenn flutning skal ábyrgdarhavandi av flutninginum av akvakulturfóðri tryggja sær skjalprógv fyri, at embætisdjóralæknin hevur givið flutningsloyvið. Flutningur av brúktari akvakulturútgerð

§ 23 Flutningur av brúktari akvakulturútgerð skal bert fara fram eftir, at skrivligt loyvi er fingið…

Flutningur av brúktari akvakulturútgerð skal bert fara fram eftir, at skrivligt loyvi er fingið frá embætisdjóralæknanum frammanundan. Stk. 2. Áðrenn flutning skal ábyrgdarhavandi av flutninginum av akvakulturútgerð tryggja sær skjalprógv fyri, at embætisdjóralæknin hevur givið flutningsloyvið. Stk. 3. Eftir at flutningur av brúktari akvakulturútgerð er fari fram, skal ábyrgdarhavandi fyri flutninginum síggja til, at flutningseindin verður vaskað og sóttreinsað. Flutningsbók

§ 24 Á øllum flutningseindum skal ábyrgdarhavandi av flutninginum føra eina flutningsbók yvir allar…

Á øllum flutningseindum skal ábyrgdarhavandi av flutninginum føra eina flutningsbók yvir allar flutningar. Flutningsbókin skal vera sendara, móttakara og embætisdjóralæknanum tøk. Flutningsbókin skal verða goymd í í minsta lagi 3 ár, eftir at hon er skrivað. Stk. 2. Í skipaðum tíðarrað skulu hesar upplýsingar førast í flutningsbókina: 1. Fyri flutningseindir, sum flyta akvakulturdýr: a. Dagfesting og tíð tá lastað varð. b. Dagfesting og tíð tá lossað varð. c. Dagfesting, tíð og stað tá vasking og sóttreinsing er farin fram. d. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar sendarans. e. Hvat slag av akvakulturdýrum, talan er um eins og aldur, nøgd, vekt í miðal og vekt íalt. f. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar móttakarans. g. Møgulig óvanlig viðurskifti í sambandi við flutningin. 2. Fyri flutningseindir, sum flyta akvakulturúrdráttir, -burturkast, -fóður ella brúkta akvakulturútgerð: a. Dagfesting og tíð tá lastað varð. b. Dagfesting og tíð tá lossað varð. c. Dagfesting, tíð og stað tá vasking og sóttreinsing er farin fram. d. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar sendarans. e. Hvat slag av akvakulturdýrum, talan er um eins og nøgd. f. Navn, bústað, telefon- og skrásetingarnummar móttakarans. Vasking og sóttreinsing

§ 25 Vasking og sóttreinsing av flutningseindum skal fara fram eftir almennari leiðbeining frá…

Vasking og sóttreinsing av flutningseindum skal fara fram eftir almennari leiðbeining frá embætisdjóralæknanum. Stk. 2. Embætisdjóralæknin kann geva undantaksloyi til vasking og sóttreinsing, sum víkir frá almennu leiðbeiningini. Gjald og endurgjald

§ 26 Eigarin av akvakulturbrúkinum ella virkinum rindar fyri flutningsloyvi, eftirlit og vitjanir hjá…

Eigarin av akvakulturbrúkinum ella virkinum rindar fyri flutningsloyvi, eftirlit og vitjanir hjá embætisdjóralækna. Stk. 2. Eigarin rindar fyri starvsstovukanningar eftir takstum, sum starvsstovan ásetir. Stk. 3. Eigarin rindar fyri váttanir, eftirlit og vitjanir hjá praktiserandi djóralækna eftir takstum, sum viðkomandi djóralækni hevur.

§ 27 Tað almenna rindar einki endurgjald fyri akvakulturdýr, sum verða kravd slátrað ella burturbeind…

Tað almenna rindar einki endurgjald fyri akvakulturdýr, sum verða kravd slátrað ella burturbeind ella fyri tiltøk, sum kravd verða sett í vek eftir hesi kunngerð. Revsiásetingar

§ 28 Brot á regurnar í § 3, stk. 1-3, § 4, stk. 1-2, §§ 5, 6 og 7, stk. 1-2, § 8, stk. 1-3, §§ 9-15, §…

Brot á regurnar í § 3, stk. 1-3, § 4, stk. 1-2, §§ 5, 6 og 7, stk. 1-2, § 8, stk. 1-3, §§ 9-15, § 17, stk. 1-2, §§ 18 og 19, stk. 1-2 og §§ 20-26verður revsað við bót. Stk. 2. Er talan um grov ella endurtikin brot á reglurnar í stk. 1, § 3, stk. 1-3 og § 4, stk. 1-2 undantiknar, kann góðkenningin av virkinum ella flutningsfyritøkuni verða tikin aftur. Stk. 3. Sambært § 50, stk. 1 í lógini, kann landsstýrismaðurin boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um hann sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umbøn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta bót. Gildiskoma og umskiftisásetingar

§ 29 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Virki, sum sambært lóg flytur akvakulturdýr og akvakulturburturkast tá henda kunngerð kemur í gildi, skal, innan 3 mánaðar, senda embætisdjóralæknanum umsókn um, at virkið og flutningseindir tess verða góðkend. Stk. 3. Virki, sum sambært lóg flytur úrdráttir úr dýrum, akvakulturfóður og brúkta akvakulturútgerð tá henda kunngerð kemur í gildi, skal, innan 6 mánaðar, senda embætisdjóralæknanum umsókn um, at virkið og flutningseindir tess verða góðkend. Vinnumálastýrið, 3. juli 2001 Høgni Hoydal, varaløgmaður, fyri Bjarna Djurholm, landsstýrismann (sign.) / Arni Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
flutning av akvakulturdýrum v.m. · innanhýsis
Galdandi · 8. juli 2003

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙