Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
22. oktober 2024 Nr. 104
Kunngerð um broyting í kunngerð um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum
(Brakklegging og frástøðukrøv)
§ 1 Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum…
Í kunngerð nr. 80 frá 14. juni 2019 um stovnan og sjúkufyribyrgjandi rakstur av alibrúkum, sum broytt við kunngerð nr. 123 frá 27. november 2023 og kunngerð nr. 21 frá 3. apríl 2024, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 9, stk. 1, § 10, § 11, stk. 1-6 og 8, § 12, stk. 1 og 3, §§ 13, 14, 16 og 17, § 19, stk. 1 og 3, § 20, stk. 1, § 26, stk. 1, §§ 27, 28, 30, 32 og 35, § 39, stk. 1, § 40, stk. 1, § 41, stk. 2, § 42, stk. 1, § 46 og § 48, stk. 2 og 3 í løgtingslóg nr. 16 frá 23. februar 2001 um djórasjúkur, sum broytt við § 13 løgtingslóg nr. 18. frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 105 frá 13. juli 2017 og § 25 í løgtingslóg nr. 31. frá 17. mars 2022 og í § 9, stk. 2, § 10, stk. 2 og 3, § 13, § 16, stk. 2, § 17, § 18, stk. 3 og § 25 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, og í § 9, stk. 5, § 12, stk. 3, § 16, stk. 2, § 17, stk. 2, § 18, stk. 2, § 19, stk. 4, § 20, stk. 4, § 22, stk. 3, § 27 og § 28, stk. 1 og § 30, stk. 6 í løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin), sum broytt við § 8 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verður ásett:” 2. § 65, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Alibrúk ella rakstareindir við fiski, sum liggja minni enn 5 kilometrar frá øðrum alibrúki, skulu brakkleggjast í minsta lagi 30 samdøgur í senn, roknað frá tí degi, alibrúkið ella rakstrareindin er tømd og nótir eru tiknar burtur. Embætisdjóralækni kann geva frávik frá frástøðukravinum, um mett verður, at tað ikki førir við sær munandi vanda fyri, at smittandi sjúka verður spjadd.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 22. oktober 2024 Høgni Hoydal (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.