Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. september 2023 Nr. 104
Kunngerð um at banna oljufýr í nýggjum bygningum
Við heimild í § 3 og §§ 20-22 í løgtingslóg nr. 60 frá 15. mai 2012 um at byggja bygningar o.a. (Byggilógin) verður ásett:
§ 1 Frá 1. januar 2024 er ikki loyvt at innleggja oljufýr ella annan útbúnað, ið brúkar olju, gass,…
Frá 1. januar 2024 er ikki loyvt at innleggja oljufýr ella annan útbúnað, ið brúkar olju, gass, kol ella aðrar steinrunnar oljuúrdráttir til upphiting av nýggjum bygningum, sum eru fevndir av upphitingarkrøvunum í BK 17. Stk. 2. Byggimyndugleikin kann veita tíðaravmarkað undantak frá kravinum í stk. 1 í byggitíðarskeiðinum ella tá talan er um nýbygging á einum staði, har tað ikki ber til at binda í elnetið hjá SEV.
§ 2 Umsókn um byggiloyvi til nýbygging, sum kommunan hevur móttikið 1. november 2023 ella seinni,…
Umsókn um byggiloyvi til nýbygging, sum kommunan hevur móttikið 1. november 2023 ella seinni, skal viðgerast eftir hesi kunngerð. Stk. 2. Kommunan kann fram til 1. januar 2025 sleppa umsøkjarum undan kravinum í § 1, stk. 1, um skjalprógv er fyri, at byggisáttmáli er undirskrivaður og lánifígging útvegað, áðrenn henda kunngerð kom í gildi.
§ 3 Kommunan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar
Kommunan hevur eftirlit við, at reglurnar í hesi kunngerð verða hildnar.
§ 4 Brot á § 1, stk. 1, verður revsað við sekt
Brot á § 1, stk. 1, verður revsað við sekt.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Umhvørvismálaráðið, 22. september 2023 Ingilín D. Strøm (sign.) landsstýriskvinna / Nella Festirstein (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.