Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. september 2005 Nr. 104

Kunngerð um flyting av fiskiloyvum millum útróðrarbátar undir 15 tons

Við heimild í § 8, stk. 7 og 8 og § 9, stk. 1, punkt 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1 Skrivlig umsókn um at flyta fiskiloyvi verður send Fiskimálaráðnum. Við umsóknini skulu fylgja…

Skrivlig umsókn um at flyta fiskiloyvi verður send Fiskimálaráðnum. Við umsóknini skulu fylgja upplýsingar um skrásetta longd, breidd og dýpd á bátinum, sum loyvið verður flutt av, og á bátinum, sum loyvið verður flutt á.

§ 2 Grundarlagið undir áseting av metingargrundarlagi fyri fiskiorku er longd x breidd x dýpd (L x B…

Grundarlagið undir áseting av metingargrundarlagi fyri fiskiorku er longd x breidd x dýpd (L x B x D). Longd (L) er longdin mátað frá forkanti á húð, har hon sker yvirkant á dekki á framstevni til afturkant av húð, har hon sker yvirkantin á dekki í afturstavni. Á opnum bátum mátast longdin á ovara kanti á stokkinum (æsingini). Breidd (B) er størsta breidd á húð mátað á yvirsíðu á dekki ella niðari, møguligur fendaralisti verður tó ikki íroknaður. Dýpd (D) er dýpið mátað á hálvari longd frá yvirsíðu á høvuðsdekki í borðið til uttan á húð við kjølin. Á opnum bátum mátast dýpið frá ovara kanti av stokkinum (æsingini) til uttan á húð við kjølin. Stk. 2. Treyt fyri at loyva flyting av fiskiloyvi á annan bát uttan fiskiloyvi er, at metingargrundarlagið (L x B x D) á bátinum, sum kemur inn, er tað sama ella minni enn metingargrundarlagið á bátinum, sum fer úr vinnuligum fiskiskapi.

§ 3 Flyting av fiskiloyvi kann bert fara fram um eigari av bátinum, ið loyvið verður flutt av,…

Flyting av fiskiloyvi kann bert fara fram um eigari av bátinum, ið loyvið verður flutt av, skrivliga hevur váttað, at báturin einki fiskiloyvi hevur.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 48 frá 9. apríl 2003 um flyting av fiskiloyvum millum útróðrarbátar undir 15 tons. Fiskimálaráðið, 14. september 2005 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙