Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. juli 2018 Nr. 103

Kunngerð um broyting í kunngerð um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya

(Dagføring av ásetingini um veikari drykkir o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015 um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt…

Í kunngerð nr. 95 frá 2. juli 2015 um hvat ferðandi kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til Føroya verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Ferðandi, ið hava fylt 18 ár, kunnu flyta inn tollfrítt og avgjaldsfrítt til egna nýtslu: 1) Rúsdrekka yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur hægst 60 rúmprosent alkohol, 2) heitt vín o.a. ikki yvir 22 rúmprosent alkohol: í mesta lagi 1 litur, ella borðvín í mesta lagi 2,25 litrar, og 3) í mesta lagi 2 litrar (6 fl.) av a) øl ella b) cider við hægst 5,8 rúmprosent alkohol. Stk. 2. Ístaðin fyri tær í stk. 1 nevndu nøgdir kann hin ferðandi flyta inn: 1) 10 litrar av øl ella cider, 2) 2,25 litrar heitt vín o.tíl. og 2 litrar av øl ella cider, ella 3) 4,5 litrar av borðvín og 2 litrar av øl ella cider.” 2. Í § 3, stk. 2 og § 5 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg.” 3. Í §§ 4 og 7 verður aftan á “2.500 kr.” sett: “u/mvg”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 20. juli 2018 Kristina Háfoss (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙