Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
8. desember 2006 Nr. 103
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru
§ 1 Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða gjørdar hesar…
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 19, stk. 2 verður aftaná “Vanligi lækni umsøkjarans” sett: “ella annar serlækni”. 2) § 22, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Frálæran skal verða givin í samsvari við frálæruætlanirnar um koyrifrálæru, útgivnar av danska Ríkispolitiovastanum, og galdandi fyri hvønn koyrikortbólk sær, í tann mun hesar frálæruætlanir ikki eru í andsøgn við føroysku ferðslulógina ella reglur ásettar við heimild í henni. Frálæruætlanirnar eru undantiknar lýsing, og kunnu síggjast á Akstovuni ella á heimasíðuni hjá Akstovuni”. 3) Í § 43, stk. 1, nr. 4 og § 87, stk. 1 verður “§ 89, stk. 2” broytt til: ”§ 89”. 4) § 66, stk. 4, nr. 3 verður orðað soleiðis: “3) eina heilsuliga kanning hjá egnum lækna ella hjá øðrum serlækna, ella”. 5) Í § 69, stk. 1, nr. 1 verður aftaná “serlækna” sett: “í viðkomandi sergrein”. 6) § 89 verður orðað soleiðis: “§ 89. Akstovan kann krevja, at eftiransandi koyriroynd er staðin áðrenn danskt koyrikort verður umbýtt við eitt samsvarandi føroyskt koyrikort, um so er: 1) at handhavin av koyrikorti áður hevur verið til koyriroynd í Føroyum og ikki staðið hesa, orsakað av manglandi førleika at koyra bil, manglandi kunnleika til týdningarmiklar ferðslureglur ella ikki hevur skilt týdningin av fyriliti fyri øðrum ferðandi, ella 2) at Akstovan áður hevur tikið koyrirættin frá handhavanum ella at koyrirætturin hevur verið frádømdur treytað ella treytaleyst í Føroyum.” 7) Í § 96, stk. 3 verður “1. januar” broytt til: “1. juli”.
§ 2 Í fylgiskjølunum til kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða…
Í fylgiskjølunum til kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru verða gjørdar hesar broytingar: Sí broytingarnar í hjáløgdu fylgiskjølunum til hesa kunngerð.
§ 3 Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2007
Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2007. Stk. 2. Fyri næmingar, sum eru byrjaðir uppá koyrifrálæruna til bólk A (motorsúkklu), áðrenn 1. januar 2007, verður í koyrifrálæru og próvdøming farið fram eftir teimum reglum, sum vóru galdandi áðrenn 1. januar 2006. Stk. 3. Fyri næmingar, sum skulu upp í frálæru og próvdøming í bólkunum C (lastbilur), D (stórur persónbilur) og CE og DE (stórt viðfestisakfar til lastbil og stóran persónbil), kemur kunngerðin gildi 1. apríl 2007. Fyri næmingar nevndar í 1. pkt. verður til 1. apríl 2007 í frálæru og próvdøming farið fram eftir teimum reglum, sum galdandi vóru áðrenn 1. januar 2006. Fyri næmingar nevndar í 1. og 2. pkt. verða í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru fram til 1. apríl 2007 hesar ásetingar settar úr gildi: 1) § 22, stk. 3-5. 2) § 25, stk. 1, nr. 3-5. 3) § 25, stk. 3, 5, 7-10. 4) § 27, stk. 1. Vinnumálaráðið, 8. desember 2006 Bjarni Djurholm (sign) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign) 1. Í fylgiskjali 5, II. Reglur um tilgerð og útgerð, verður nr. 2 orðað soleiðis: ”2) Bólkur B: Ein persónbilur á fýra hjólum, við í mesta lagi 9 sessum íroknað førarasessin, og við einari loyvdari heildarvekt, sum í mesta lagi er 3.500 kg. Bilurin skal kunna koyra við einari ferð, sum í minsta lagi er 100 km/t, og skal antin vera í minsta lagi 3,80 m langur og í minsta lagi 1,45 m breiður ella eginvektin í minsta lagi 700 kg sambært meginfloksgóðkenningini fyri bilin. Er eingin meginfloksgóðkenning tøk, verða upplýsingar frá framleiðara nýttir um hægstu ferð, longd, breidd og vekt. Bilurin skal vera útgjørdur við speglum, sambært stakfyriskipanum um kravdar føraraspeglar. Til nýtslu hjá koyrilæraranum, próvdómaranum og næminginum skal bilurin umframt kravdar føraraspeglar sambært stakfyriskipanunum eisini verða útgjørdur við: 1) einum føraraspegli innan (flokkur I), 2) tveimum føraraspeglum (flokkur I) uttan høgrumegin, og 3) einum spegli innan til eygleiðing av næminginum. Krøvini til spegl í flokki I eru ásett í stakfyriskipanum fyri akfør. Um bilurin er útgjørdur við einum upprunaligum spegli uttan høgrumegin, er hetta til nýtslu hjá næminginum. Eyka speglið, ið verður fest uttan høgrumegin er til nýtslu hjá koyrilærara og próvdómara. Róðrið á bilinum skal vera vinstrumegin. Pláss skal vera í bilinum fyri í minsta lagi 4 fólkum. Bilurin skal vera útgjørdur við eyka kontakt til floytuna, at nýta hjá koyrilæraranum. Framman fyri setur koyrilærarans, skulu vera tvær eyka eftirlitsperur til blunkljósini – eina til hvørja síðu. Bilurin skal vera útgjørdur við ferðmátara. Um so er, at ferðmátarin ikki kann lesast av frá sessinum hjá koyrilæraranum, skal ein eyka ferðmátari verða ísettur, og sum vísir somu ferð sum upprunaligi ferðmátarin í bilinum. Við sessin hjá koyrilæraranum skulu vera pedalar, sum eru soleiðis tilgjørdar, at koyrilærarin, óheftir av næminginum kann kopla úr og bremsa. Eykapedalarnir mugu ikki ávirkast av, at samsvarandi pedalar við føraraplássið verða nýttar. Undir koyring í sambandi við verkliga koyrifrálæru má bert nýtast vanligt (manuelt) gervisskifti.Um avgerð verður tikin um, at koyrikort bert kann útgevast til motorakfar ella traktor, sum er útgjørt við sjálvvirkandi gervisskifti, skal verkliga koyrifrálæran og verkliga royndin fremjast við motorakfari ella traktor, sum er útgjørt við sjálvvirkandi gervisskifti. Hevur bilurin sjálvvirkandi gervisskifti, og gervisveljarin í staðin fyri pedalar verður nýttur at kopla úr við, skal hann verða settur soleiðis, at hann kann verða nýttur av koyrilæraranum. Hevur bilurin ikki tvístreingjaðar bremsur, skal koyrilærarin kunna nýta neyðbremsuna.” 2. Í fylgiskjali 5, II. Reglur um tilgerð og útgerð, verður 1. pkt. í nr. 8, undir yvirskriftini avlamisakfar:, orðað soleiðis: “Akstovan kann loyva, at bilur, sum er útgjørdur til at verða nýttur av avlamnum, verður nýttur av eigaranum til venjingarakstur og til verkliga koyriroynd.” 3. Fylgiskjal 2 verður orðað soleiðis: “Fylgiskjal 2: Minstakrøv viðvíkjandi kropsligum og sálarligum førleika at koyra akfar, sum koyrikort krevst til Allýsing: Í hesum fylgiskjali verða førarar býttir í tveir flokkar: Flokkur 1: Førarar av akførum í bólkunum A, B, B/E og førarar av traktori/motoramboði. Flokkur 2: Førarar av akførum í bólkunum C, C/E, D og D/E og harafturat førarar av akførum í bólkunum B og D, sum verða nýtt til vinnuligan fólkaflutning, eins og førarar sum biðja um útgávu ella endurnýggjan av koyrikorti við átekning um góðkenning sum koyrilærari. Persónar, sum áðrenn 1. januar 2006 høvdu koyrirætt til eitt akfar, sum var fevnt av flokki 2, kunnu tó fáa endurnýggjað koyrikort til flokk 2 eftir teimum ásetingum um sjónsstyrki, sum vóru galdandi til nevndu dagfesting. Fyri handhavar av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólk B og koyrikort við átekning um góðkenning sum koyrilærari til bólkarnar A ella B, útgivið áðrenn 1. januar 2006, galda harumframt ásetingarnar í hesum skjali fyri førarar í flokki 1 í sambandi við umsókn um endurnýggjan av slíkum koyrikorti. Eftir hetta verða øll, sum biðja um útgávu ella endurnýggjan av koyrikorti, lutaði í tann flokk, har viðkomandi hoyrir heima, tá koyrikort er útgivið ella endurnýggja. A. Sjónin Tann sum biður um koyrikort, skal lata seg kanna fyri at tryggja, at sjónarsansurin er nóg góður til, at viðkomandi kann koyra akfar. Er nakar illgruni um, at sjónin hjá umsøkjaranum ikki er nóg góð, skal viðkomandi kannast av vanliga lækna umsøkjarans ella serlækna í eygnasjúkum. Kanningin skal leggja serligan dent á sjónarstyrki, sjónarvídd og skygni í skýming og um sjúka í eygunum er í menning. Linsa, løgd inn í eygað, verður ikki at skilja sum rættleiðandi brillur í hesum fylgiskjali. Flokkur 1: Tann, sum biður um útgávu ella endurnýggjan av koyrikorti, skal um neyðugt við rættleiðandi brillum ella linsum hava eina tvíoygda sjónarstyrki, sum í minsta lagi er 0,5 á báðum eygum samstundis. Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, um tað við kanningina hjá lækna vísir seg, at sjónarvíddin hjá viðkomandi er minni enn 120˚ í vatnrættari flatu, ella at sjónin hjá viðkomandi av øðrum orsøkum er soleiðis, at evnini at koyra akfar eru lækkaði. Verður staðfest, ella eru upplýsingar um sjúku í eygunum, sum er í menning, kann koyrikort verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt við tí treyt, at viðkomandi javnan verður kannaður av vanliga lækna umsøkjarans/førarans, ella serlækna í eygnasjúkum. Tann sum biður um útgávu, endurnýggjan ella varðveitan av koyrikorti og sum er blindur í øðrum eyganum, ella sum bert nýtur annað eyga, t.d. í førum við dupultsjón (diplopi), skal hava eina sjónarstyrki, sum í minsta lagi er 0,6, møguliga við rættleiðandi brillum ella linsum. Egni lækni umsøkjarans/førarans ella serlækni í eygnasjúkum skal vátta, at henda sjónin við tí eina eyganum, hevur verið so leingi, at viðkomandi hevur vant seg við tað, eins og sjónarvíddin á tí fríska eyganum ikki er minni enn 120˚ í vatnrættari flatu. Flokkur 2: Tann, sum biður um útgávu ella endurnýggjan av koyrikorti, skal, møguliga við rættleiðandi brillum ella linsum, hava eina sjónarstyrki á báðum eygum uppá í minsta lagi 0,8 á tí betra eyganum og í minsta lagi 0,5 á tí veikara eyganum. Eru virðini uppá 0,8 og 0,5 nádd við rættleiðandi brillum ella linsum, skal tann ikki-rættleiðandi sjónarstyrkin á hvørjum eyga vera 0,05, ella rættleiðingin av tí minst kravdu sjónarstyrkini (0,8 og 0,5) skal vera nádd við nýtslu av brillugløsum ella linsum, har styrkin ikki má vera hægri enn pluss ella minus átta dioptriir. Rættleiðingin eigur at kunna tolast væl. Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt, um umsøkjarin ella førarin hevur dupultsjón (diplopi) ella um viðkomandi ikki hevur ein vanligan sjónarring við báðum eygum. Um so er, at sjónarvíddin er minkað á einum av eygunum, skal málið leggjast fyri landslæknan. B. Hoyrnin Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum ella førarum í flokki 2 við støði í ummæli frá vanliga lækna umsøkjarans/førarans ella frá serlækna í oyrna-, næsa- og hálssjúkum. Við læknakanningina skulu atlit takast til møguleikarnar fyri ábótum við hoyritóli. C Rørslutarnað Koyrikort má hvørki verða útgivið ella endurnýggjað hjá umsøkjarum og førarum, sum bera sjúku ella avlaging í gongu- og handalimum, og sum ger tað hættisligt at lata viðkomandi koyra akfar. Flokkur 1: Eftir ummæli frá vanliga lækna umsøkjarans/førarans ella serlækna í ortopedkirurgi/reumatologi kann koyrikort møguliga verða útgivið við serstøkum fyrivarni til umsøkjarar og førarar, sum hava kropsligt brek. Ummælið skal taka støði í eini heiliráðiligari meting av sjúkuni ella avlagingini hjá viðkomandi og møguliga við eini vegleiðandi heilsuligari koyriroynd. Sum ískoyti til royndina skal ásetast, hvussu akfarið kann vera tillagað føraranum, og harafturat skal viðmerkjast, at ortopediskur hjálparlimur (protesa) skal vera nýttur, um staðfest verður, at koyringin við hjálparlimi (protesu) kann fara fram á trygdargóðan hátt. Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt fyri umsøkjarar við sjúku, sum er í menning, um so er, at viðkomandi við jøvnum millumbili verður kannaður fyri at staðfesta, um viðkomandi framvegis kann koyra akfar vandaleyst. Koyrikort kann verða útgivið ella endurnýggjað uttan krav um regluligt eftirlit hjá lækna, tá javnvág er í brekinum. Flokkur 2: Vanligi lækni umsøkjarans/førarans ella serlæknin í ortopedkirurgi/reumatologi hevur hóskandi eftirlit við teimum eyka vandum, ið tengdir eru at koyring av akførum í hesum flokki. D Hjarta- og æðrasjúkur Hevur tann, sum biður um útgávu, endurnýggjan ella varðveitslu av koyrikorti, sjúkur í hjarta ella blóðrenslinum, sum brádliga kunnu ávirka heilavirknið, eru hesar vandamiklar fyri ferðslutrygdina. Flokkur 1: Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum, sum líða av álvarsamari órógv í hjartaslagnum. Koyrikort kann við støði í læknaummæli verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt fyri umsøkjarar og førarar, sum nýta hjartakvikil (pacemaker), um so er, at viðkomandi er undir regluligum læknaeftirliti. Útgáva ella endurnýggjan av koyrikorti hjá umsøkjarum ella førarum, har ólag er á blóðtrýstinum, kann fara fram aftaná eina heildarmeting av øðrum úrslitum frá eini kanning, samanhildið við møguligum hjáárini og tí váða, sum hesi eru fyri ferðslutrygdina. Sum heild má koyrikort hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum eru sjúkir av bringutaki (angina pectoris), tá teir eru í hvíld ella við sinnisrørslu. Útgáva, endurnýggjan ella varðveitsla av koyrikorti hjá umsøkjarum og førarum, sum hava havt hjartatilburð (-infarkt), kann bert fara fram við støði í læknaummæli og møguliga við kravi um regluligt læknaeftirlit. Flokkur 2: Vanligi lækni umsøkjarans/førarans ella serlækni í hjartasjúkum (kardiologi) tekur hóskandi fyrilit fyri teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring av akførum í hesum flokki. E. Sukursjúka Koyrikort kann við støði í læknaummæli verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum hava sukursjúku, um so er, at tað í hvørjum einstøkum føri verður framt eitt til endamálið egnað regluligt læknaeftirlit. Flokkur 2: Umsøkjarar og førarar í hesum flokki, sum hava sukursjúku, ið krevur viðgerð við insulin, kunnu hvørki fáa útgivið ella endurnýggja koyrikort, uttan í heilt serligum førum, har tað fyriliggur eitt hóskandi grundað læknaummæli og um so er, at framt verður eitt regluligt læknaeftirlit. F. Nervasjúkur Koyrikort kann hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum hava nervasjúkur, sum viðføra kognitiv ella kropslig sjúkueyðkenni, uttan so at umbønin verður stuðlað av einum læknaummæli. Í hesum føri skal fyrilit verða tikið fyri møguleikunum at virka, tá hugsað verður um útlitini fyri nervasjúkufrøðiligum óvirkni, sum er orsakað av sjúkum, løstum ella skurðviðgerðum í meginnervalagnum ella tí perifera nervalagnum, og sum viðføra kognitiv ella funktiónsóvirkni, herundir ávirkan á rørslur, kenslur, balansu og koordinatión. Koyrikort kann í hesum førum verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt við tí treyt, at kanningar javnan verða framdar, um tað er vandi fyri, at støðan versnar. Herðindi av niðurfalssjúku (epilepsi) og annað álvarssamt tilvitskuólag, eru ein týðandi vandi fyri ferðslutrygdina, um herðindini berast á, meðan sjúklingurin koyrir eitt akfar. Flokkur 1: Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt við støði í eini kanning framd av vanliga lækna umsøkjarans/førarans ella serlækna í nervasjúkum, og um so er at regluligt læknaeftirlit verður framt. Læknamyndugleikin ger eina meting av niðurfalssjúkuni (epilepsi) ella øðrum tilvitskuólag, sjúkuskapi og gongdini (t.d. hava herðindi ikki víst seg í tvey ár), viðgerðini og úrslit av hesi. Flokkur 2: Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum hava ella kunnu fáa epileptisk herðindi ella annað álvarssamt tilvitskuólag. G. Sinnisligar sjúkur ella veikleikar Kanningar av kognitivum funktiónsstøði (urskivukanning og at minnast orð) eru kravdar tá koyrikort verður endurnýggjað frá 70 ára aldri, men skal eisini fremjast fyri onnur, har grundaður illgruni er um viknað kognitivt funktiónsstøði. Við kognitiva viknan eiga umsøkjarar og førarar at verða ávístir av sínum vanliga lækna ella serlækna í sálarsjúkum/geriatri ella í nervasjúkum til eina vegleiðandi heilsuliga roynd. Flokkur 1: Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum: 1) Sum hava álvarsamt sinnisligt ólag, viðføtt ella komið av sjúku, skelkandi brek ella nervaskurðsfrøðilig inntriv. 2) Sum eru álvarsliga sinnisliga brekaði. 3) Sum hava álvarssama ellisviknan, eitt álvarsligt viknað dømievni, atferð ella tillagingarevni, sum er knýtt at persónmenskuni, uttan so er, at umbønin er stuðlað av einum læknaummæli og treytað av, at regluligt læknaeftirlit fer fram, um tørvur er á hesum. Flokkur 2: Vanligi lækni umsøkjarans/førarans ella serlækni í sálasjúkum/geriatri ella í nervalagssjúkum tekur hóskandi fyrilit fyri teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring av akførum í hesum flokki. H. Rúsdrekka, rúseitur og heilivágur Rúsdrekka Nýtsla av rúsdrekka er ein týðandi váði fyri ferðslutrygdina. Orsakað av álvarseminum við trupulleikanum, má tað frá lækna síðu verða víst størsta eftiransni. Flokkur 1: Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum eru bundnir av rúsdrekkanýtslu, ella sum ikki kunnu skilja í millum koyring við bili og nýtslu av rúsdrekka. Koyrikort kann verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum hava verið tráir drykkjumenn, eftir eitt tíðarbil, har tað er próvfast, at teir hava verið fráhaldandi, um so er, at til skjals er læknaummæli og regluligt læknaeftirlit fer fram. Flokkur 2: Vanligi lækni umsøkjarans/førarans ella serlækni í sálarsjúkum tekur hóskandi fyrilit fyri teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring av akførum í hesum flokki. Rúseitur og heilivágur Misnýtsla: Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum eru bundnir at heilivági fyri sinnið, ella sum, uttan at vera bundnir at hesum, regluliga nýta heilivág fyri sinnið, uttan mun til hvønn koyrikortsbólk søkt verður um. Reglulig nýtsla: Flokkur 1: Koyrikort má hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum regluliga nýta heilivág fyri sinnið, uttan mun til slag, tá hesi kunnu skerja evnini hjá viðkomandi at koyra akfar uttan váða, og um nýtslan er so stór, at hon kann ávirka koyringina skeiva vegin. Sama ger seg galdandi fyri allan annan heilivág ella blandingar av heilivági, sum ávirka evnini at koyra akfar. Flokkur 2: Vanligi lækni umsøkjarans/førarans ella serlækni í sálarsjúkum tekur hóskandi fyrilit fyri teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring av akførum í hesum flokki. I. Nýrasjúkur Flokkur 1: Koyrikort kann við støði í einum læknaummæli verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt fyri umsøkjarar og førarar, sum eru sjúkir av álvarsomum nýrasvíkvirki, um so er at viðkomandi er undir regluligum læknaeftirliti. Flokkur 2: Koyrikort kann hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum eru sjúkir av álvarsomum nýrnasjúkum, ið ikki bøtast, so nýrnavirknið er vánaligt og møguliga gerst verri, uttan í serstøkum førum, sum eru hóskandi skjalfest við læknaummæli, og við tí treyt, at regluligt læknaeftirlit verður framt. J. Annað Flokkur 1: Koyrikort kann við støði í einum læknaummæli verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum hava fingið vevnaðarflutt yrkisgøgn ella vevnaðarísett eftirgjørd yrkisgøgn, sum kunna ávirka evnini at koyra akfar, við tí treyt, at regluligt læknaeftirlit verður framt, um tørvur er á tí. Flokkur 2: Vanligi lækni umsøkjarans/førarans ella serlækni í internari læknafrøði/nýrasjúkum tekur hóskandi fyrilit fyri teir eyka vandar, ið tengdir eru at koyring av akførum í hesum flokki. Sum heild má koyrikort hvørki verða útgivið, endurnýggjað ella varðveitt hjá umsøkjarum og førarum, sum eru sjúkir av øðrum sjúkum, enn teim omanfyri nevndu, og sum kunna skerja evnini at koyra akfar á trygdargóðan hátt, uttan so at umbønin er stuðlað av einum læknaummæli og við tí treyt, at regluligt læknaeftirlit verður framt, um tørvur er á tí.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.