Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. desember 1978 Nr. 103
Kunngerð um forboð móti innflutningi og sølu av tuningslutum til prutl
Við heimild í § 10, 2. stk., í løgtingslóg nr. 65 frá 9. september 1963 um ferðslu við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Innflutningur og søla av tuningslutum til prutl er forboðin
Innflutningur og søla av tuningslutum til prutl er forboðin.
§ 2 Sum tuningslutur er at skilja útgerð, ið kann nýtast í motori ella í sambandi við motorin á…
Sum tuningslutur er at skilja útgerð, ið kann nýtast í motori ella í sambandi við motorin á prutli, og sum kann fáa akfarið at ganga skjótari, enn tað er floksgóðkent til. 2. stk. Útgerð, ið er ætlað til nýtslu í motori ella í samband við motor á prutli samsvarandi floksgóðkenning, verður ikki roknað sum tuningslutur.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin
Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.