Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. august 2015 Nr. 102
Kunngerð um broyting í kunngerð um koyrikort og koyrifrálæru (Koyrikortkunngerðin)
(Krøv um bústað og sjón)
§ 1 Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við…
Í kunngerð nr. 112 frá 29. september 2005 um koyrikort og koyrifrálæru, sum seinast broytt við kunngerð nr. 83 frá 1. juli 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Persónar, sum hava bústað og eru skrásettir at vera undir útbúgving uttanlands, kunnu fara til koyriroynd og fáa útgivið koyrikort í Føroyum, um tað ikki eru meira enn enn 5 ár síðani tey hava verið skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum, sum fastbúgvandi í í Føroyum í samanhangandi 5 ár.” 2. Í fylgiskjali 2 um minstakrøv viðvíkjandi kropsligum og sálarligum førleika at koyra motordrivið akfar, sum koyrikort krevst til, verður undir Allýsing sum nr. 4 sett: “4) Persónar, sum áðrenn 1. apríl 2005 høvdu koyrirætt til bólk C (lastbil) og bólk CE (stórt viðfestiakfar til lastbil) í flokki 2, kunnu tó til 1. august 2020 hvat viðvíkur krøvunum til sjónstyrki, fáa endurnýggjað koyrikort til bólk C (lastbil) og bólk CE (stórt viðfestiakfar til lastbil) eftir teimum ásetingum, sum vóru galdandi áðrenn 1. apríl 2005. Henda endurnýggjan er bert galdandi í Føroyum, og verður átekning um hetta skrivað í koyrikortið.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 3. august 2015 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.