Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. juni 1996 Nr. 101
Kunngerð um umbýti av fiskidøgum til línuveiðu til fiskiskap við snellu
Við heimild í § 9, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Fiskifør í bólkunum 4 A, 4 B og 4 D kunnu býta allar ella partar av tillutaðu fiskidøgunum um til…
Fiskifør í bólkunum 4 A, 4 B og 4 D kunnu býta allar ella partar av tillutaðu fiskidøgunum um til fiskiskap við snellu við lutfallinum 1:2. Stk. 2. Umbýtið fær gildi, tá Fiskiveiðueftirlitið hevur fingið skrivliga fráboðan hesum viðvíkjandi.
§ 2 Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir lógini
Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir lógini.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.