Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. november 2014 Nr. 101
Kunngerð um ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannlækna, sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 4. apríl 2016
1) Við heimild í § 8, stk. 4 í løgtingslóg nr. 178 frá 22. desember 2009 um almenna heilsutrygd, sum broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 16. mars 2015, verður ásett:
§ 1 Heilsutrygd kann veita ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannlækna. Ískoyti verður…
Heilsutrygd kann veita ískoyti til tannviðgerð hjá privatstarvandi tannlækna. Ískoyti verður veitt samsvarandi sáttmálanum millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið. Stk. 2. Heilsutrygd kann bera útreiðslurnar til kliniska kanning hjá persónum í aldrinum 16 til og við 17 ár í tíðarskeiðinum 1. oktober til og við 31. desember 2014.
§ 2 Nærri ásetingar um treytir og skyldur o.a. hjá tannlæknum eru í sáttmálanum millum…
Nærri ásetingar um treytir og skyldur o.a. hjá tannlæknum eru í sáttmálanum millum Tannlæknafelagið og Fíggjarmálaráðið.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 2014
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 2014. Heilsumálaráðið, 10. november 2014 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 4. apríl 2016.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.