Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

10. juli 2018 Nr. 100

Kunngerð um broyting í kunngerð um parkeringskort fyri persónar við avlamni

(Broyting av Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum til MEGD o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 2 frá 13. januar 2015 um parkeringskort fyri persónar við avlamni, verða gjørdar…

Í kunngerð nr. 2 frá 13. januar 2015 um parkeringskort fyri persónar við avlamni, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 1, stk. 1, 2. pkt. verður “fylgiskjalinum” broytt til: “skjalinum”. 2. Í § 1, stk. 2, 2. pkt. verður “sbr. § 18” broytt til: “sbrt. § 18”. 3. Í § 2, stk. 1 verður “Meginfelag teirra Brekaðu í Føroyum (MBF)” broytt til: “MEGD”. 4. Í § 2, stk. 2, tvær staðni í § 2, stk. 3, í § 3, stk. 1, tvær staðni í § 3, stk. 3, í § 3, stk. 5, og í §§ 4, 8 og 9 verður “MBF” broytt til: “MEGD”. 5. Í § 2 verða stk. 4 og 5 strikað. 6. § 3, stk. 2, nr. 3 verður orðað soleiðis: “3) Myndin skal vera tikin beint frammanífrá og vísa tað ovasta av akslunum og andlit umsøkjarans uttan høvuðklæði.” 7. Í § 11, stk. 1 verður “sbr. § 10” broytt til: “sbrt. § 10”. 8. Aftan á § 16 verður sett: “Kæra

§ 16 a Avgerðir hjá MEGD, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina.…

Avgerðir hjá MEGD, tiknar við heimild í hesi kunngerð, kunnu kærast til Vinnukærunevndina. Kærufreistin er 4 vikur frá tí degi, at avgerðin er fráboðað. Stk. 2. Avgerðir hjá Vinnnukærunevndini kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika.” 9. Í § 18, stk. 2 verður “sbr. hesi kunngerð” broytt til: “sbrt. hesi kunngerð”. 10. Í fylgiskjali 1 verður “Fylgiskjal 1” broytt til: “Skjal 1”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samferðslumálaráðið, 10. juli 2018 Henrik Old (sign.) landsstýrismaður / Rúni Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙