Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. juli 2019 Nr. 100

Kunngerð um undirvísing í musikkskúlamiðnámi

Við heimild í § 2, stk. 6 í løgtingslóg nr. 83 frá 29. mai 2017 um musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) verður ásett:

§ 1 Musikkskúlamiðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið gevur framkomnum næmingum eitt…

Musikkskúlamiðnámsútbúgvingin er ein 3 ára tónleikaútbúgving, ið gevur framkomnum næmingum eitt skipað undirvísingartilboð á miðnámsstigi, fyrireikar evnaríkar næmingar til nám á hægri tónlistaskúla, og kann geva áhugaleikarum í Føroyum eina holla tónleikaútbúgving. Stk. 2. Miðnámsstig liggur millum vanligan musikkskúla og musikkkonservatorium. Vanligt byrjanarstig er ájavnt 6. stigi hjá Associated Board of The Royal Schools of Music. Undirvísing

§ 2 Undirvíst verður í klassiskum tónleiki, í rytmiskum tónleiki og tónleikaframleiðslu

Undirvíst verður í klassiskum tónleiki, í rytmiskum tónleiki og tónleikaframleiðslu. Stk. 2. Ein høvuðslærugrein kann vera eitt ljóðføri, sangur, teori, lagskriving, framleiðsla, kompositión, hoyrilæra, tónleikasøga, musikkterapi og aðrar lærugreinir innan tónleikaøkið. Stk. 3. Kravdar hjálærugreinir kunnu vera klaver, teori, hoyrilæra, søga, kamartónleikur, samanspæl ella improvisatión. Undirvísast kann í øðrum hjálærugreinum, tá ið útbúgvingarlig atlit krevja tað. Stk. 4. Tónleikaligar hjálærugreinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingini kunnu vera samskipaðar við samsvarandi tónleikaligar lærugreinir í tónleiki á hástigi á gymnasialum miðnámsútbúgvingunum, fyri lesandi, ið ganga á báðum útbúgvingunum.

§ 3 Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 9 tímar

Vikutímatalið hjá næminginum er í miðal 9 tímar. Stk. 2. Undirvísingin er skipað soleiðis, at næmingurin skal vera til staðar í undirvísingini.

§ 4 Kommunali musikkskúlaleiðarin ger saman við samskiparanum fyri musikkskúlamiðnám námsætlanir,…

Kommunali musikkskúlaleiðarin ger saman við samskiparanum fyri musikkskúlamiðnám námsætlanir, leiðreglur og mannagongdir fyri musikkskúlamiðnámsútbúgvingarnar undir ábyrgd musikkskúlastjórans. Upptøka

§ 5 Útbúgvingin er fyri 14 til 25 ára gomul úr øllum landinum. Undantak í aldurskravi kann gerast, um…

Útbúgvingin er fyri 14 til 25 ára gomul úr øllum landinum. Undantak í aldurskravi kann gerast, um mett verður, at grundarlag er fyri tí, sbr. § 1. Upptøkuroynd

§ 6 Næmingar, ið verða mettir at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorium eftir 3 ára…

Næmingar, ið verða mettir at standa eina upptøkuroynd á musikkkonservatorium eftir 3 ára musikkskúlamiðnámsútbúgving, kunnu verða upptikinir á musikkskúlamiðnámsútbúgvingina. Stk. 2. Kommunali musikkskúlaleiðarin ger mannagongdir í sambandi við upptøku til musikkskúlamiðnám. Próvtøka og royndir

§ 7 Musikkskúlanámið endar við próvtøku undir ábyrgd av kommunala musikkskúlaleiðaranum í tí…

Musikkskúlanámið endar við próvtøku undir ábyrgd av kommunala musikkskúlaleiðaranum í tí skúlanum, har undirvísingin fer fram. Stk. 2. Royndir verða hildnar á hvørjum ári. Gildiskoma

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 2. juli 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
musikkskúlaskipan (Musikkskúlalógin) · innanhýsis
Galdandi · 29. mai 2017

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙