Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. januar 2011 Nr. 10

Kunngerð um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingar

Við heimild í § 21, stk. 5 í løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar verður ásett:

§ 1 Fyri støðugt at menna heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar setir landsstýrismaðurin…

Fyri støðugt at menna heilsuhjálpara- og heilsurøktaraútbúgvingarnar setir landsstýrismaðurin eitt útbúgvingarráð, ið hevur til endamáls at fylgja gongdini innan heilsuútbúgvingarnar og viðgera uppskot um at broyta og endurnýggja hesar. Stk. 2. Útbúgvingarráðið skal ummæla námsskipan skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið annars í útbúgvingunum, umframt viðgera viðkomandi mál, ið eru av týdningi fyri útbúgvingarnar. Stk. 3. Ráðið kann heita á serkøn fólk at vera sær til hjálpar í sínum arbeiði at menna útbúgvingarnar.

§ 2 Útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingarnar hevur 7 limir og 7 tiltakslimir, sum…

Útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingarnar hevur 7 limir og 7 tiltakslimir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri eitt 3 ára skeið í senn eftir tilmæli frá stovnum og pørtum, nevndir í stk. 2 og 3. Stk. 2. Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið geva í felag landsstýrismanninum tilmæli um val av 3 limum og 3 tiltakslimum. Hesir limir skulu umboða Nærverkið/ellis- og røktarheimini, sjúkrahúsverkið, Almannamálaráðið og Heilsumálaráðið. Heilsuhjálparafelag Føroya og Almanna- og heilsurøktarafelagið geva landsstýrismanninum tilmæli um val hvør av sínum limi og tiltakslimi. Lærararnir í Heilsuskúla Føroya geva landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi millum lærarar skúlans. Stk. 3. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum er formaður, umframt tiltakslim hansara. Stk. 4. Um limur í útbúgvingarráðnum tekur seg úr ráðnum, tekur tiltakslimurin við, og viðkomandi felag ella partur, sum limurin hevur umboðað, sendir Mentamálaráðnum tilmæli um val av nýggjum tiltakslimi. Stk. 5. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya er skrivari í útbúgvingarráðnum, men hevur ikki atkvøðurætt. Stk. 6. Umboð fyri Mentamálaráðið umframt leiðarin fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina taka lut á útbúgvingarráðsfundunum sum ráðgevar.

§ 3 Formaður útbúgvingarráðsins boðar til fundar eftir tørvi, tó skulu í minsta lagi 2 fundir vera um…

Formaður útbúgvingarráðsins boðar til fundar eftir tørvi, tó skulu í minsta lagi 2 fundir vera um árið. Stk. 2. Formaðurin ásetir fundartíð og fundarstað. Stk. 3. Formaðurin ger fundarskrá, sum saman við møguligum skjølum verður send ráðslimunum í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Formaðurin kann í serligum førum víkja frá tíðarfreistini. Stk. 4. 3 ráðslimir kunnu skrivliga krevja fund um ítøkilig evni. Formaðurin boðar í hesum føri til fundar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at áheitanin er formanninum í hendi.

§ 4 Útbúgvingarráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi 5 ráðslimir eru á fundi

Útbúgvingarráðið er viðtøkuført, tá ið í minsta lagi 5 ráðslimir eru á fundi.

§ 5 Gerðabók verður førd á útbúgvingarráðsfundunum, og fundarfrásøgn verður send ráðslimunum í…

Gerðabók verður førd á útbúgvingarráðsfundunum, og fundarfrásøgn verður send ráðslimunum í seinasta lagi 14 dagar eftir fundin.

§ 6 Skrivstova útbúgvingarráðsins er í Heilsuskúla Føroya

Skrivstova útbúgvingarráðsins er í Heilsuskúla Føroya.

§ 7 Heilsuskúli Føroya rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðnum…

Heilsuskúli Føroya rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðnum sambært reglum hjá Fíggjarmálaráðnum.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Mentamálaráðið, 19. januar 2011 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýriskvinna / Leivur Harryson (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙