Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. februar 2020 Nr. 10
Kunngerð um broyting í kunngerð um áseting av søluprísi á heilivági
(Lækking av avsláttri)
§ 1 Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum broytt við kunngerð…
Í kunngerð nr. 113 frá 1. juli 1992 um áseting av søluprísi á heilivági, sum broytt við kunngerð nr. 17 frá 10. mars 1997, kunngerð nr. 70 frá 28. mai 2009, kunngerð nr. 81 frá 28. juni 2010, kunngerð nr. 41 frá 8. mai 2012, kunngerð nr. 137 frá 22. desember 2014, kunngerð nr. 40 frá 2. mai 2016 og kunngerð nr. 72 frá 7. mai 2018, verður § 2, stk. 2 orðað soleiðis: “Stk. 2. Frumsøluprísurin til heilivágsgoymslur á sjúkrahúsum og til landbúnaðin skal ásetast til 86 % av frumsøluprísi, ásettur eftir stk. 1. Frumsøluprísurin til havbúnaðin skal ásetast til 90% av frumsøluprísi, ásettur eftir stk. 1.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 13. februar 2020 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.