Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. februar 2000 Nr. 10
Kunngerð um ískoyti til sálarviðgerð fyri serliga útsettar bólkar
Við heimild í § 16, stk. 1, 3 pkt., í ríkislóg nr. 573 frá 1969 “for Færøerne om den offentlige sygeforsikring”, jb. lógarkunngerð nr. 514 frá 21. juli 1989, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 86 frá 6. juni 1997, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 153 frá 4. desember 1997, verður ásett:
§ 1 Sjúkrakassin veitir ískoyti til sálarviðgerð hjá sálarfrøðingi til
Sjúkrakassin veitir ískoyti til sálarviðgerð hjá sálarfrøðingi til: 1. ráns-, harðskaps- og neyðtøkuoffur, 2. ferðslu- og vanlukkuoffur, 3. avvarðandi til álvarsliga sálarliga sjúk fólk, 4. fólk rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku, 5. avvarðandi til fólk, sum eru rakt av álvarsligari avlemjandi sjúku, 6. avvarðandi við andlát, 7. fólk, sum hava roynt sjálvmorð og/ella eru sjálvmorðshótt og 8. kvinnur sum fáa tikið fosturtøku eftir 12. viku, av tí at barnið var vanskapt ella líknandi.
§ 2 Nærri treytir fyri rættinum til sálarliga viðgerð eru ásettar í sáttmála ímillum Meginfelag…
Nærri treytir fyri rættinum til sálarliga viðgerð eru ásettar í sáttmála ímillum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Sálarfrøðingar í Føroyum. Sáttmálin skal, áðrenn hann fær gildi, verða góðkendur av landsstýrismanninum.
§ 3 Ískoyti til bæði A- og B-limir er treytað av, at viðgerðin verður givin av einum sálarfrøðingi,…
Ískoyti til bæði A- og B-limir er treytað av, at viðgerðin verður givin av einum sálarfrøðingi, sum er umfataður av tí galdandi sáttmálanum ímillum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Sálarfrøðingar í Føroyum. Stk. 2. Treytin fyri, at ískoyti verður veitt er, at ein kommunulækni skrivliga hevur ávíst sjúklinginum, áðrenn viðgerðin byrjar. Tó kann ein kommunulækni ávísa á annan hátt, um hann metir, at sjúklingurin hevur brúk fyri bráðfengis sálarligari hjálp. Eftir hetta skal hann skjótast gjørligt útflýggjað eina skrivliga ávísing. Stk. 3. Ávísing kann vanliga ikki gevast seinni enn 6 mánaðar eftir, at tilburðurin sambært § 1 er hendur. Ávísingin er bert galdandi, um sálarfrøðingurin móttekur hana seinast ein mánaða eftir at hon varð útflýggjað.
§ 4 Ískoyti til sálarviðgerð kann veitast til einstaklinga viðtalur, tvey persóns viðtalur og…
Ískoyti til sálarviðgerð kann veitast til einstaklinga viðtalur, tvey persóns viðtalur og bólkaviðtalur. Stk. 2. Tvey persóns viðtalur og bólkaviðtalur kunnu bert veitast, tá ið øll eru umfataði av sáttmálanum ímillum Meginfelag Sjúkrakassa Føroya og Sálarfrøðingar í Føroyum, og sum longu áðrenn óhappið hendi og tey vóru ávíst til sálarfrøðing, kendu hvønn annan.
§ 5 Bæði A-limir og B-limir gjalda beinleiðis til sálarfrøðingin tann partin, ið viðskiftafólkið skal…
Bæði A-limir og B-limir gjalda beinleiðis til sálarfrøðingin tann partin, ið viðskiftafólkið skal gjalda.
§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og Heilsumálastýrið, 11. februar 2000 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýirsmaður / Høgni Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.