Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. januar 2023 Nr. 1
Kunngerð um broyting í kunngerð um landing í Føroyum
(Undantak frá at skula landa svartkjaft í Føroyum til og við 1. mars 2023)
§ 1 Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá…
Í kunngerð nr. 170 frá 30. desember 2019 um landing í Føroyum, sum broytt við kunngerð nr. 16 frá 10. mars 2020, kunngerð nr. 40 frá 22. apríl 2021, kunngerð nr. 127 frá 24. august 2021, kunngerð nr. 154 frá 6. desember 2021, kunngerð nr. 50 frá 22. apríl 2022 og kunngerð nr. 128 frá 19. september 2022 verður í § 1 sum nr. 8 sett: “8) Svartkjaftur.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. mars 2023
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. mars 2023. Fiskimálaráðið, 10. januar 2023 Dennis Holm (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.