Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
5. januar 1984 Nr. 1
Kunngerð um lønarroknskap v.m. eftir løgtingslóg um samtíðarskatt
Við heimild í § 125 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Ávísingarskyldugur sbrt. 6. kapittul í samtíðarskattalógini skal bóka hvørja ávísing av A‑inntøku
Ávísingarskyldugur sbrt. 6. kapittul í samtíðarskattalógini skal bóka hvørja ávísing av A‑inntøku. 2. stk. Ávísingarskyldugi skal harumframt bóka tær upphæddir, sum verða útgoldnar, sbrt. § 29, stk. 7 í samtíðarskattalógini og mótkrøv arbeiðsgevarans mótvegis løntakaranum. 3. stk. Bókingin skal verða gjørd antin í serstakari roknskaparbók, sum Líkningarráð Føroya hevur gjørt og eftir teimum í hesari bók fyriskrivaðu reglum, ella á serstakar konti í vanliga bókhaldinum hjá ávísingarskylduga eftir reglunum, sum nevndar eru í §§ 3 og 6.
§ 2 Verður roknskaparbók nýtt, skal hon saman við skjølum verða goymd í 5 ár frá endanum av tí…
Verður roknskaparbók nýtt, skal hon saman við skjølum verða goymd í 5 ár frá endanum av tí álmanakkaári, tá ið hin seinasta bókingin er gjørd. 2. stk Um ávísingarskyldugur nýtir roknskaparbók, so skerjir hetta ikki bókhalds‑ og roknskaparskyldu hansara eftir aðrari lóggávu.
§ 3 Ávísingarskyldugur, ið annars eisini hevur bókhald, kann velja, um hann ger eina serstaka konto…
Ávísingarskyldugur, ið annars eisini hevur bókhald, kann velja, um hann ger eina serstaka konto fyri A-inntøku í bókhaldinum. Velur hann hetta, verður farið fram á henda hátt: Hvør ávísing av A-inntøku eftir § 6o í samtíðarskattalógini verður bókað á serstaka konto nevnd: “Konto fyri A-inntøku”. 2. stk. Kemur tað fyri, at ikki skattskyldugar veitingar verða latnar samb. § 29, stk. 7 í skattalógini, ella at ávísingarskyldugi mótroknar egin krøv, skal hetta bókast á serstakar konti í bókhaldinum. 3. stk. Á teimum í stk. 1 og 2 nevndu konti mugu bert bókast upphæddir av tí slagi, sum har eru nevndar. Møguligar rættingar av fyrr bókaðum upphæddum mugu bert gerast sum mótbókingar ella við at strika út.
§ 4 Ávísingarskyldugir, sum velja at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í…
Ávísingarskyldugir, sum velja at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í teirra vanliga bókhaldi, smbr. § 3, skulu fyri hvønn einstakan løntakara, sum fær A-inntøku, eisini hava eina sundurgreining við upplýsingum um persónnummar, navn og bústað hjá hvørjum løntakara sær, og harumframt upplýsingar um hvørja ávísan av A-inntøku sær. Sundurgreiningin skal harumframt geva upplýsingar um útgoldnar, ikki skattskyldugar veitingar og um mótkrøv arbeiðsgevarans mótvegis løntakaranum. 2. stk. Tær í 1. stk. nevndu sundurgreiningar skulu bókast framhaldandi og soleiðis, at tær bókaðu upphæddirnar altíð kunnu verða taldar saman. Tá ið álmanakkaárið er at enda, verður talt saman og samanløgd A-inntøka, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv verða skrivað upp. 3. stk. Fyri hvørja ávísing sær av A-inntøku skal ávísingarskyldugi skrivliga siga hvørjum løntakara frá: Navni, bústaði, arbeiðsgevaratali hjá ávísingarskylduga, navni, bústaði og persónsnummari hjá avvarðandi løntakara, lønarskeiði, brutto A-inntøka, ikki skattskyldugum veitingum og mótkrøvum.
§ 5 Velur ávísingarskyldugi at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í vanliga…
Velur ávísingarskyldugi at bóka A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í vanliga bókhaldinum eftir frammanfyri nevndu reglum, kann skattavaldið krevja, at bókingin og tær í § 4 nevndu bókingar, eftir nærri tilskilaðari tíðarfrest, sum í minsta lagi er 14 dagar, eru førdar til dags og eftirroknaðar til endan av tí mánaði, sum liggur frammanfyri mánaðin, tá ið kravið varð sett.
§ 6 Ávísingarskyldugur, sum bókar A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í sínum vanliga…
Ávísingarskyldugur, sum bókar A-inntøku, ikki skattskyldugar veitingar og mótkrøv í sínum vanliga bókhaldi, skal goyma roknskaparbøkur, leysbløð, kontokort e.l. og annars skjølini til bókhaldið í 5 ár aftaná at roknskaparárið er at enda.
§ 7 Líkningarráð Føroya kann í serligum førum víkja frá teimum krøvum, sum í hesari kunngerð eru sett…
Líkningarráð Føroya kann í serligum førum víkja frá teimum krøvum, sum í hesari kunngerð eru sett til bókhaldið.
§ 8 Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót eftir § 148 í lógini, um so er at brotið eftir…
Brot á hesa kunngerð verður revsað við bót eftir § 148 í lógini, um so er at brotið eftir lóggávuni annars ikki hevur við sær hægri straff.
§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 1984
Henda kunngerð kemur í gildi 1. apríl 1984.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.