Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
19. september 2024 Nr. 99
Kunngerð um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum
Við heimild í § 6, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 24. apríl 2001 um útbúgving av manning á skipum o.ø. verður ásett:
§ 1 Skúli, sum bjóðar út skeið innan trygd á sjónum, verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum…
Skúli, sum bjóðar út skeið innan trygd á sjónum, verður heimilaður at krevja gjald frá hvørjum einstøkum luttakara fyri útreiðslur í sambandi við trygdarskeiðið, undir hesum luttøkugjald og gjald fyri prógv. Stk. 2. Fyri lógarkravt skeið innan trygd á sjónum, kann gjaldið fyri næmingar í fólkaskúla og tey, sum eru undir 18 ár og undir útbúgving fulla tíð í mesta lagi vera hálvt skeiðsgjald.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 100…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer kunngerð nr. 100 frá 12. oktober 2012 um gjald fyri skeið innan trygd á sjónum úr gildi. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 19. september 2024 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.