Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. juli 2009 Nr. 99
Kunngerð um broyting í kunngerð um frekvens (tíddar)- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum
§ 1 Í kunngerð nr. 70 frá 2. november 2004 um frekvens (tíddar)- og avgreiðslugjøld á…
Í kunngerð nr. 70 frá 2. november 2004 um frekvens (tíddar)- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum verður aftaná § 2 sett: “§ 2 a. Bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin øllum gjøldum, sum eftir hesari kunngerð standast av loyvi til nýtslu av frekvensi.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 14. juli 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.