Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. september 2023 Nr. 99

Kunngerð um broyting í kunngerð um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum

(Broytt krøv fyri at vera í fiskavirkisskipanini)

§ 1 Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á…

Í kunngerð nr. 161 frá 17. desember 2009 um útgjald v.m. av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis: “Kunngerð um reglur fyri fiskavirkisskipanina og útgjald av arbeiðsloysisstuðli til arbeiðsleys á fiskavirkjum” 2. Í innganginum verður “seinast” strikað. 3. § 5, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Um tann arbeiðsleysi í fýra vikur á rað ikki hevur havt í minsta lagi 16 arbeiðstímar á tí fiskavirki, viðkomandi hevur tilknýti til, verður viðkomandi ikki roknaður sum arbeiðsleysur á fiskavirkinum longur og fær ongan arbeiðsloysisstuðul eftir hesi kunngerð uttan við at lata inn nýggja umsókn um arbeiðsloysisstuðul sambært § 6, sum í fyrsta lagi fær virknað fýra vikur eftir, at viðkomandi er farin úr fiskavirkisskipanini sambært hesi grein.” 4. Í § 5 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Hjá persóni, sum sambært avtalu við fiskavirkið ikki arbeiðir fulla tíð, verður tímatalið í stk. 2 stytt samsvarandi.” 5. Í § 6, stk. 3, verður aftan á “arbeiðsávísing” sett: “sbr. tó § 5, stk. 2”.

§ 2 Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Stk. 2. Kravið um arbeiðstímar í § 1, nr. 3, byrjar at telja við útgjaldsskeiðinum, sum byrjar 4. september 2023. Umhvørvismálaráðið, 6. september 2023 Ingilín D. Strøm (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙