Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. juni 2000 Nr. 98

Kunngerð um trygdarútgerð ætlað børnum og trygdarbelti

Kapittul 1 Marknaðarføring og nýtsla av serligari trygdarútgerð ætlað børnum

Kapittul 2 Undantøk frá skylduni at nýta serliga trygdarútgerð ætlað børnum ella trygdarbelti

Kapittul 3 Revsing

Kapittul 4 Gildiskoma

Við heimild í § 10, stk. 1 og stk. 2, § 36a, § 42, stk. 5, og § 58a, stk. 5, í ferðslulógini, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988 um ferðslu, við seinni broytingum, verður ásett:

Kapittul 1

Marknaðarføring og nýtsla av serligari trygdarútgerð ætlað børnum

Kapittul 1 Marknaðarføring og nýtsla av serligari trygdarútgerð ætlað børnum

Serlig trygdarútgerð ætlað børnum, smb. § 42, stk. 2-3, í ferðslulógini, kann bert verða marknaðarførd ella nýtt, um hon er góðkend sambært: 1) ECE-reglugerð nr. 44 um góðkenning av trygdarútgerð til børn. Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki: (MYND MANGLAR) (talið aftaná ”E” tilskilar í hvørjum landi, góðkenningin er útskrivað) 2) Dansk Standard DS 2190. Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki: (MYND MANGLAR) 3) reglum hjá svenska Vägverket (fyrr Trafiksäkerhetsverket). Útgerðin er tá merkt við hesum góðkenningarmerki: (MYND MANGLAR) ella 4) serligari góðkenning frá Bileftirliti Føroya, og merkt av hesum. Stk. 2. Góðkenningarmerkið skal vera ásett á einum sjónligum staði og soleiðis, at tað skal vera torført at fáa av aftur. Eingi onnur merki mugu verða sett á útgerðina, sum kunnu mistakast fyri at vera eitt góðkenningarmerki. Kapittul 2 Undantøk frá skylduni at nýta serliga trygdarútgerð ætlað børnum ella trygdarbelti

Kapittul 2 Undantøk frá skylduni at nýta serliga trygdarútgerð ætlað børnum ella trygdarbelti

Skyldan at nýta trygdarútgerð ætlað børnum ella trygdarbelti, smb. § 42, stk. 1-3, í ferðslulógini, er ikki galdandi fyri persónar, sum við læknaváttan eru undantiknir frá skylduni. Váttanin skal havast við, tá koyrt verður, og skal vísast løgregluni, um hetta verður kravt. Stk. 2. Læknaváttan verður givin av tí lækna, sum vanliga viðger umsøkjaran, ella av serlækna. Á váttanina skal verða sett tíðarskeiðið, ið váttanin hevur gildi. Í ivamálum kann málið verða lagt fyri landslæknan. Stk. 3. Læknaváttanir, ið eru útskrivaðar í Íslandi, Noreg ella einum limalandi í evropreiska samveldinum, hava somuleiðis gildi her á landi.

Skyldan at nýta trygdarbelti, smb. § 42, stk. 1, í ferðslulógini, er annars ikki galdandi fyri hesi sløg av koyring: 1) vinnuliga koyring við lágari ferð, har viðkomandi skal inn í og úr akfarinum ferð eftir ferð, og strekkið millum steðgirnar í mesta lagi er 500 m, 2) koyring í fjølbygdum øki í sambandi við útbering av bræva- og pakkaposti, og tøming av postkassum, 3) koyring í fjølbygdum øki í sambandi við útbering av dagbløðum til haldarar ella av lýsingarbløðum, 4) løgreglukoyring við serligum atliti at eftiransan, ella í sambandi við flutning av handtiknum ella øðrum, ið kunnu verða vandamikil undir koyringini, ella 5) vinnuliga koyring hjá hýruvognsførarum í sambandi við ferðafólkaflutning. Stk. 2. Undantak sambært stk. 1, nr. 2-3, er ikki galdandi fyri koyring til ella frá tí øki, har tøming av postkassum ella útbering fer fram. Kapittul 3 Revsing

Kapittul 3 Revsing

Brot á § 1 og § 2, stk. 1, 2. pkt., verður revsað við sekt. Kapittul 4 Gildiskoma

Kapittul 4 Gildiskoma

Henda kunngerð kemur í gildi 1. juli 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 117 frá 25. november 1986 um undantøk frá skylduni at nýta trygdarbelti. Stk. 2. Trygdarútgerð ætlað børnum kann, hóast hon ikki lýkur ásetingarnar í § 1, verða marknaðarførd til 1. januar 2001. Stk. 3. Trygdarútgerð ætlað børnum, ið er útvegað áðrenn 1. januar 2001, kann hóast ásetingarnar í § 1, framhaldandi verða nýtt. Stk. 4. Læknaváttan, ið er skrivað út, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, hevur framvegis gildi, sambært innihaldinum í váttanini. Vinnumálastýrið, 22. juni 2000 Finnbogi Arge (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
undantøk frá skylduni at nýta trygdarbelti · innanhýsis
Áður galdandi · 25. november 1986

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙