Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. november 2006 Nr. 98
Kunngerð um skip í góðkendum klassafelag
Við heimild í § 23 og § 49 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum verður ásett:
§ 1 Øll skip, ið eru 24 metrar og longri, skulu vera í góðkendum klassafelag, sí tó stk. 2
Øll skip, ið eru 24 metrar og longri, skulu vera í góðkendum klassafelag, sí tó stk. 2. Stk. 2. Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri: 1) skip, stytri enn 45 metrar, sum pr. 1. januar 2002 vóru skrásett í føroyskari skipaskrá, og tá ikki vóru í góðkendum klassafelag, 2) skip, stytri enn 45 metrar, sum eru skrásett í føroyskari skipaskrá eftir 1. januar 2002, men har bindandi keyps- ella byggisáttmáli var gjørdur av føroyskum reiðara í seinasta lagi 1. januar 2002.
§ 2 Við bót verður revsaður tann, ið brýtur ásetingarnar í § 1
Við bót verður revsaður tann, ið brýtur ásetingarnar í § 1. Stk. 2. Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) kunnu koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 20. november 2006 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.