Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. september 2024 Nr. 98

Kunngerð um broyting í kunngerð um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum

(Longd á skeiði, undirvísingarførleikar og skeiðsgjald fyri næmingar í fólkaskúla og tey, sum eru undir 18 ár og undir útbúgving fulla tíð)

§ 1 Í kunngerð nr. 73 frá 28. juni 2016 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum verða gjørdar…

Í kunngerð nr. 73 frá 28. juni 2016 um trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Longdin á trygdarskeiðinum verður ásett í mun til útbúgvingarkrøvini í § 2 og málið fyri trygdarskeiðið í § 3 og § 4, stk. 2-4. Stk. 2. Trygdarskeiðið skal í minsta lagi verða 30 klokkutímar.” 2. § 9, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri at verða settur í fast starv, skal lærari hava lokið í minsta lagi námsfrøðiligt innleiðsluskeið ella tilsvarandi skeið.” 3. Í § 11 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Fyri lógarkravt trygdarskeið fyri manning á fiskiskipum kann gjaldið fyri næmingar í fólkaskúla og tey, sum eru undir 18 ár og undir útbúgving fulla tíð í mesta lagi vera hálvt skeiðsgjald.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Barna- og útbúgvingarmálaráðið, 19. september 2024 Djóni Nolsøe Joensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙