Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
7. september 2023 Nr. 98
Kunngerð um broyting í ymsum kunngerðum við heimild í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Váttan um sammóðirskap)
§ 1 Í kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum broytt við…
Í kunngerð nr. 90 frá 31. mai 2001 um barsilspening til sjálvstøðugt vinnurekandi, sum broytt við kunngerð nr. 22 frá 16. mars 2018, verður § 4, stk. 3, nr. 8, orðað soleiðis: “8. Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 2 Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119…
Í kunngerð nr. 91 frá 31. mai 2001 um umsiting av Barsilsskipan, sum broytt við kunngerð nr. 119 frá 5. desember 2016 og kunngerð nr. 19 frá 16. mars 2018, verður § 3, stk. 3, nr. 8, orðað soleiðis: “8. Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 3 Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, sum…
Í kunngerð nr. 6 frá 23. januar 2003 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, sum broytt við kunngerð nr. 21 frá 16. mars 2018, verður § 4, stk. 3, nr. 7, orðað soleiðis: “7) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 4 Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar,…
Í kunngerð nr. 96 frá 24. september 2012 um sjálvbodna trygging av barsilspeningi til løntakarar, ið sigla við skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá, sum broytt við kunngerð nr. 20 frá 16. mars 2018, verður § 4, stk. 3, nr. 7, orðað soleiðis: “7) Váttan frá mammuni um annaðhvørt faðirskap ella sammóðirskap, um tað er faðirin ella sammóðirin, sum søkir um barsilspening.”
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2022
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2022. Umhvørvismálaráðið, 7. september 2023 Ingilín D. Strøm (sign.) landsstýriskvinna / Pól E. Egholm (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.