Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
6. juli 1990 Nr. 98
Kunngerð um hundaspjøldur
Við heimild í § 1, stk. 2 og § 12, stk. 3 í løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar hevur landsstýrið fyrisett:
§ 1 Tann, sum hevur hund, skal ansa eftir, at hundurin hevur helsi og spjaldur frá tí, hann er 4…
Tann, sum hevur hund, skal ansa eftir, at hundurin hevur helsi og spjaldur frá tí, hann er 4 mánaðir gamal.
§ 2 Spjaldrið skal vera gjørt burturúr rustdyggum metali ella øðrum tilfari við somu styrki og…
Spjaldrið skal vera gjørt burturúr rustdyggum metali ella øðrum tilfari við somu styrki og haldgóðsku. Spjaldrið skal vera væl fest í helsið. Stk. 2. Navn og bústaður ánarans skulu vera tilskilað við lætt lesiligum bókstavum, sum skulu vera í minsta lagi 2 mm høgir. Bókstavirnir skulu vera ímerktir, ristir ella gjørdir á annan líka haldgóðan hátt.
§ 3 Brot á §§ 1 og 2 verða sektað við bót
Brot á §§ 1 og 2 verða sektað við bót.
§ 4 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.