Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. juli 2009 Nr. 97
Kunngerð um gjøld fyri aliloyvi, sum seinast broytt við kunngerð nr. 141 frá 19. desember 2024
Við heimild í § 20 í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., verður ásett:
§ 1 1) 2) Til tess at fáa og varðveita aliloyvi verður rindað eitt árligt gjald upp á 50.000 kr
1) 2) Til tess at fáa og varðveita aliloyvi verður rindað eitt árligt gjald upp á 50.000 kr. Stk. 2. Fyri taraaliloyvi verður rindað árligt gjald upp á 15.000 kr. Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann veita loyvishavarum við ikki-vinnuligum aliloyvum undantak at rinda gjaldið sbrt. stk. 1 og 2.
§ 2 Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið serligt uppkrav er móttikið
Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið serligt uppkrav er móttikið.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 96 frá 29. juni 2009. Vinnumálaráðið, 3. juli 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 118 frá 8. september 2011. 2) Broytt við kunngerð nr. 141 frá 19. desember 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2025.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(4)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
4 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.