Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. juli 2019 Nr. 97

Kunngerð um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingina og heilsurøktaraútbúgvingina og útbúgvingarráð fyri námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina

Við heimild í § 26, stk. 4 og § 27, stk. 4 í løgtingslóg nr. 42 frá 26. apríl 2019 um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving verður ásett:

§ 1 Útbúgvingarráðini skulu ummæla námsskipan skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið…

Útbúgvingarráðini skulu ummæla námsskipan skúlans, námsætlanir fyri lærugreinirnar, innihaldið annars í útbúgvingunum, umframt viðgera viðkomandi mál, sum hava týdning fyri útbúgvingarnar. Stk. 2. Ráðini kunnu heita á serkøn fólk at vera sær til hjálpar í arbeiðnum at menna útbúgvingarnar.

§ 2 Útbúgvingarráðini fyri heilsuútbúgvingarnar og námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina hava 7 limir og…

Útbúgvingarráðini fyri heilsuútbúgvingarnar og námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina hava 7 limir og 7 tiltakslimir hvør, sum landsstýrismaðurin tilnevnir fyri eitt 4 ára skeið í senn eftir tilmæli frá stovnum og pørtum. Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya er skrivari í útbúgvingarráðunum, men hevur ikki atkvøðurætt. Stk. 3. Umboð fyri Mentamálaráðið umframt leiðarin fyri sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingina kunnu taka lut á útbúgvingarráðsfundunum eftir áheitan frá ráðunum. Stk. 4. Somuleiðis kunnu onnur viðkomandi serkøn kunnu eisini verða innkallað eftir áheitan frá ráðnum.

§ 3 Formaðurin í útbúgvingarráðnum fyri heilsuhjálparaútbúgvingina og heilsurøktaraútbúgvingina og…

Formaðurin í útbúgvingarráðnum fyri heilsuhjálparaútbúgvingina og heilsurøktaraútbúgvingina og formaðurin í útbúgvingarráðnum fyri námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina boða til fundar eftir tørvi, tó skulu í minsta lagi 2 fundir vera um árið. Stk. 2. Formaðurin í útbúgvingarráðnum ásetir fundartíð og fundarstað. Stk. 3. Formaðurin ger fundarskrá, sum saman við møguligum skjølum verður send ráðslimunum í seinasta lagi 7 dagar undan fundinum. Formaðurin kann í serligum førum víkja frá tíðarfreistini. Stk. 4. 3 ráðslimir kunnu skrivliga krevja fund um ítøkilig evni. Formaðurin boðar í hesum føri til fundar í seinasta lagi 14 dagar eftir, at áheitanin er formanninum í hendi.

§ 4 Útbúgvingarráðini eru viðtøkufør, tá ið í minsta lagi 4 ráðslimir eru á fundi

Útbúgvingarráðini eru viðtøkufør, tá ið í minsta lagi 4 ráðslimir eru á fundi.

§ 5 Gerðabók verður førd á útbúgvingarráðsfundunum, og fundarfrásøgn verður send ráðslimunum í…

Gerðabók verður førd á útbúgvingarráðsfundunum, og fundarfrásøgn verður send ráðslimunum í seinasta lagi 14 dagar eftir fundin.

§ 6 Skrivstova útbúgvingarráðsins er í Heilsuskúla Føroya

Skrivstova útbúgvingarráðsins er í Heilsuskúla Føroya.

§ 7 Heilsuskúli Føroya rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðunum…

Heilsuskúli Føroya rindar fundarsamsýning og ferðaútreiðslur hjá limunum í útbúgvingarráðunum sambært reglum Fíggjarmálaráðsins um tænastuferðir og fundarsamsýningar.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer kunngerð nr. 87 frá…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, samstundis fer kunngerð nr. 87 frá 31. mai 2017 um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingar og heilsurøktaraútbúgvingar úr gildi, tó soleiðis, at sitandi útbúgvingarráð fyri heilsuútbúgvingarnar heldur fram við virksemi sínum, til nýtt útbúgvingarráð verður tilnevnt. Mentamálaráðið, 2. juli 2019 Hanna Jensen (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙