Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. juli 2013 Nr. 97
Kunngerð um broyting í kunngerð um lestrarstuðul
§ 1 Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 107 frá 25. august 2011 um lestrarstuðul verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, stk. 4 verður aftaná 1. pkt. sett: “Harafturat skal tann lesandi skjalprógva, at húsaleigan verður goldin hvønn mánað. Studningurin verður ikki útgoldin fyrrenn skjalprógv frá peningastovni fyriliggur fyri, at húsaleiga verður goldin mánaðarliga.” 2. Í § 4, stk. 1 verður upphæddin “kr. 10.000” broytt til: “kr. 20.000”. 3. Í § 4, stk. 2 verður aftaná 1. pkt. sett: “Heldur lesandi fram á aðrari útbúgving innan 3 mánaðir, verður tann lesandi roknaður sum framhaldslesandi og inntøkan í steðginum verður roknað við í inntøkugrundarlagnum.” 4. § 4, stk. 4 verður strikað, og stk. 5-7 verða eftir hetta stk. 4-6. 5. § 5, stk. 6 verður strikað, og stk. 7 og 8 verða eftir hetta stk. 6 og 7. 6. Í § 9, stk. 2 verður aftaná “byrjar” sett: “, og til tann mánaðin útbúgvingin endar.” 7. Í § 9, stk. 8, 1. og 2. pkt., verður aftaná “einsamallur” sett: “longur”. 8. Í § 9, stk. 9, 1. og 2. pkt., verður aftaná “studningurin” sett: “ella vistarhaldsstudningurin”. 9. Í § 9, stk. 10, 1. og 2. pkt., verður aftaná “studningurin” sett: “ella vistarhaldsstudningurin”. 10. § 11, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Studni hevur heimild at góðkenna ikki SU góðkendar hægri útbúgvingar. Hetta verður gjørt, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovnunum í Norra og Svøríki. Studni kann í serligum førum gera undantak um bert annað av londunum góðkennir og kann í tí sambandi ráðføra seg við ráðgevandi nevndina hjá Studna.” 11. Í § 14, stk. 2 verður aftaná 1. pkt. sett: “Stuðul til lesandi í Danmark verður veittur í samráð við ráðgevandi nevndina hjá Studna. Í hinum Norðurlondunum verður stuðulin veittur, um útbúgvingin er góðkend sum stuðulsheimilað av lestrarstuðulsstovninum í norðurlandinum, har tann lesandi lesur.” 12. § 14, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Studni veitir bert stuðul til skúlagjald í Norðurlondum í serstøkum førum, og bert tá talan er um hægri heiltíðarlestur. Serstøku førini eru avmarkað til tey førini, tá SU eisini veitir skúlagjald, sbr. § 13, stk. 3 í lógini.” 13. § 14, stk. 4 verður strikað. 14. Í § 22 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Við eina verkætlan skilst: 1) Størri uppgáva í samband við hægri lesnað. Talan skal verða um høvuðsuppgávu ella størri ritgerð ella kanningarferð, ið er kravdur partur av lestri, ið telur í minsta lagi 10 ects, ella 2) starvsvenjing í minsta lagi 2 vikur, ella 3) uppihald á øðrum lærustovni herundir skiftislestur sbrt. § 10, stk. 2, nr. 1.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2013
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2013. Mentamálaráðið, 2. juli 2013 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.