Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
30. oktober 2007 Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um ferðslumerkingar
§ 1 Í kunngerð nr. 75 frá 17. juni 1980 um ferðslumerkingar verður í § 13 aftaná C 69, C 70, C 71, C…
Í kunngerð nr. 75 frá 17. juni 1980 um ferðslumerkingar verður í § 13 aftaná C 69, C 70, C 71, C 72 og C 73 sett inn: “C 70: Økisskelti við ferðavmarking Økisskelti skilar til øki við serligari ferðavmarking. Ásetingarnar vera galdandi inni á økinum, inntil tær vera avtiknar við C 71. C 71: Økisskelti við ferðavmarking heldur uppat Økið, sum skeltið C 70 hevur gildi fyri, heldur uppat. C 72: Økisskelti – forboðið lastbili Økisskelti skilar til øki, sum hevur forboð móti ávísum sløgum av akførum. Ásetingarnar verða galdandi inni á økinum, inntil tær verða avtiknar við C 73. Ásetingarnar kunnu vera nærri greinaðar á sjálvum skeltinum ella á undirskelti. Víst verður til viðmerkingarnar til undirskeltið U 3, ið er lýst í § 5. C 73: Økisskelti – forboðið lastbili heldur uppat. Økið, sum skeltið C 72 hevur gildið fyri, heldur uppat.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið, 30. oktober 2007 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.