Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. august 2023 Nr. 96

Kunngerð um broyting í kunngerð um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi

(Longd freist fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi o.a.)

§ 1 Í kunngerð nr. 10 frá 27. januar 2021 um

Í kunngerð nr. 10 frá 27. januar 2021 um meirvirðisgjald fyri ikki vinnuligt og almannagagnligt frítíðarvirksemi, sum broytt við kunngerð nr. 104 frá 13. juni 2022, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 3, 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Grannskoðarin skal í góðkenning sínari av fíggjarætlanini og kostnaðarætlanini staðfesta, at íløgan er omanfyri 1 mió. kr. og at í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, uttan meirvirðisgjald, er fingin til vega: 1) sum gáva, 2) kemur frá óløntum og sjálvbodnum arbeiði, 3) stavar frá innsavnan, undir hesum vanligum og staðbundnum kirkjuskatti, og 4) at fígging er til alla íløguverkætlanina.” 2. Í § 10, stk. 1 verður “31. desember 2022” broytt til: “31. desember 2027”.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir,

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 14. august 2023 Ruth Vang (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙