Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2022 Nr. 96
Kunngerð um broyting í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi
(Virkisøkið broytt til vinnuligan fiskiskap)
§ 1 Í kunngerð nr. 212 frá 22. desember 2020 um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi…
Í kunngerð nr. 212 frá 22. desember 2020 um at skipa fiskiskapin eftir hummara í føroyskum sjógvi verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á kunngerðini verður orðað soleiðis: “Kunngerð um vinnuligan fiskiskap eftir hummara í føroyskum sjógvi” 2. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 22, stk. 1, § 33, § 34, stk. 1, nr. 2 og 3, stk. 2, nr. 2 og 3 og § 64, stk. 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 2020, løgtingslóg nr. 185 frá 18. desember 2020 og løgtingslóg nr. 170 frá 21. desember 2021, verður ásett:” 3. Í § 1 verður “allan fiskiskap” broytt til: “vinnuligan fiskiskap”. 4. Í § 4 verður 2. pkt. strikað. 5. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Fiskiskapur eftir hummara sambært hesi kunngerð er bert loyvdur við fiskiførum, sum eftir skrivligari umsókn hava fingið fiskiloyvi frá Vørn.” 6. Í § 15, stk. 1 verður “§ 4, 2. pkt.,” strikað.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 7. juni 2022 Árni Skaale (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.