Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. november 2006 Nr. 96

Kunngerð um broyting í kunngerð um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m.

§ 1 Í kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m., sum seinast…

Í kunngerð nr. 14 frá 31. januar 1994 um forskriftir og forskriftaskyldu o.a.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 62 frá 28. juni 1999, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 9, § 17 og § 51, stk. 2 í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991 verður ásett:” 2) Í § 24, stk. 2 verður “, um farmaseutur ikki er á apotekinum,” strikað. 3) Aftaná § 24 verður sett: “§ 24 a. Defektrisur, sum sbrt. siðvenju í roynd og veru hava útint arbeiði sum apoteksassistentar, verða í hesi kunngerð javnsettar við apoteksassistentar.” 4) Aftaná § 39 verður í 3. kapittul undir yvirskriftini Avgreiðsla av forskriftum sett: “§ 39 a. Apotekarin skal orða leiðreglur, ið lýsa mannagongdir og málsræðisviðurskifti í sambandi við móttøku, avgreiðslu og útflýgging av forskriftum. Leiðreglurnar skulu góðkennast av landsapotekaranum. Stk. 2. Apotekarin skal tryggja sær, at starvsfólk, ið avgreiða forskriftir, hava neyðuga eftirútbúgving og royndir at gera hetta á rættan hátt.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Almanna- og heilsumálaráðið, 6. november 2006 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙