Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

12. november 2008 Nr. 95

Kunngerð um skilmarking av hugtakinum lýsing sbrt. marknaðarføringslógini

Við heimild í § 4, stk. 2 í løgtingslóg nr. 19 frá 8. mai 2008 um marknaðarføring, verður ásett:

§ 1 Ein lýsing verður skilmarkað sum

Ein lýsing verður skilmarkað sum: 1) øll kunning um vørur og tænastur og 2) øll kunning um vøru- og tænastuveitarar, ið lýsarar ella lýsingafyritøkur á einhvønn hátt senda ella varpa út til brúkarar, ella á annan hátt royna at gera brúkarar varar við.

§ 2 Upplýsandi tilfar, sum fylgir við eini vøru, ella tilfar, so sum faldarar og bløð, sum brúkarin…

Upplýsandi tilfar, sum fylgir við eini vøru, ella tilfar, so sum faldarar og bløð, sum brúkarin persónliga fær frá tí vinnurekandi, eftir at brúkarin sjálvur hevur vent sær til tann vinnurekandi, kemur ikki undir hugtakið lýsing sambært marknaðarføringslógini.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2009. Vinnumálaráðið, 12. november 2008 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙